Fótbóltur

Álopskendu leikararnir hjá Føroyum í stórformi

Toftamaður var eyðsýndur í málveisltu Bielefeld í dag, og gøtumaður skoraði aftur í Næstved.

Jóan Sìmun Edmundsson heldur fram við at gera mun fyri Bielefeld
í 2.Bundesliga

Jóan Sìmun Edmundsson heldur fram við at gera mun fyri Bielefeld í 2.Bundesliga

2018-09-01 15:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fríggjakvøldið spælir A-landsliðið á Tòrsvølli móti Malta í fyrsta dystinum í UEFA Nations League. Í føroyska hópinum eru tveir áleyparar, ið eru sera heitir í løtuni. 

Fyrr í dag vóru Jóan Símun Edmundsson og Finnur Justinussen í eldinum í næstbestu deildini í ávíkavist Týsklandi og Danmark. Báðir hava fingið eina sera góða byrjan uppá kappingarárið, og teir hildu fram við góðu taktini í dag.

26-ára gamli Jóan Símun Edmundsson og Bielefeld vunnu 5-3 á heimavølli móti Regensburg. Útiliðið kom á odda beinanvegin, men fimm minuttir seinni legði Jóan Símun upp til verjuleikaran Julian Borner og so var 1-1.

Tað var 3-2 til Arminia Bielefeld í hálvleikinum, men tíðliga í 2.hállveiki javnaði útliðið. Hetta sá leingi út til at gerast endaliga úrslitið, men í 88.minutti fann toftamðaurin við 14.talinum á rygginum áleyparan Fabian Klos. Í yvirtíðini økti Bielefeld, og Jóan Símun fekk gult kort. 

Jóan Símun Edmundsson hevur skorað tvey mál og legt upp til trý í teimum fyrstu fýra dystunum. Hann hevur verið avgerandi í at skaffa Bielefeld síni sjey stig, ið higartil røkka til eitt 5.pláss. Í dag hevði hann aftur avgerandi fót á og fekk best karakter av øllum á vøllinum sambært heimasíðuni www.whoscored.com 

Finnur Justinussen er eisini í hopla í Næstved. Í dag skoaði 29-ára gamli áleyparin enn einaferð, tá Næstved vann 3-1 á Roskilde. Botnliðið kom annars á odda miðskeðis í 1.hálvleiki, men við trimum málum uppá eitt korter í 2.hálvleiki avgjørdi Næstved dystin. Málið til 3-1 skoraði Finnur, og harvið lukkaði toppskjúttin hjá Næstved dystin. 

Finnur hevur skorað fimm mál í sjey dystum í donsku 1.division, liggur á einum deildum 2. plássið á toppskjútaralistanum,  og er harvið higartil eitt sera gott keyp. Finnur Justinussen og Næstved liggja nummar fýra við ellivu stigum.

Formurin hjá Finni og Jóan Símuni boða frá góðum, tá tað kemur til komandi landsdystirnar, har Malta og Kosovo eru á skránni. Landsliðið samlast í morgin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder