Fótbóltur

Andrias Edmundsson: - Havi tikið ábyrgd í øllum mínum landsdystum

Video: Tað var ein trupul avgerð at geva avboð seinast, men eg haldi hon var røtt, staðfestir 23-ára gamli toftamaðurin, sum nú spælir á einari hægri hill í Póllandi. Føroyar fara eftir at fáa stig í morgin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-09-06 18:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað var ein trupul avgerð, og alt hendi øgiliga skjótt, men tað er gleðiligt, at ein landsliðsspælari spælir á einari hægri hill nú.

Tíðliga í juni gjørdi Andrias Edmundsson eina meting – útfrá tí at hann er ein yrkisfótbóltsspælari, sum vildi tryggja fótbóltsframtíðina í nøkur ár. 23-ára gamli toftamaðurin segði nei takk til landsliðið, sum skuldi til Baltic Cup, soleiðis at hann kundi fáa alt uppá pláss við Wisla Plock í næstbestu pólsku deildini og samstundis ikki vera í vanda fyri at fáa ein skaða áðrenn læknakanningina.

Sí eisini: Andrias gav avboð av serligum orsøkum

Í dag er Andrias Edmundsson glaður fyri umstríddu avgerðina, ið hann heldur var tann rætta. Tó er toftamaðurin eisini ógvuliga fegin um aftur at vera savnaður við landsliðnum og tendraður uppá at geva nakað aftur á Tórsvølli. Miðverjin heldur, at nú hann spælir í hægri deild enn seinast hann var við burdi gjørt, at avrikið í tí minsta er á sama stigi sum áður.

- Sìðani dystin í Kekkia hevur tað verið ein menning fyri hvønn landsdyst, og eg haldi, at eg havi tikið ábyrgd í øllum landsdystunum, sum eg havi spælt. Í venjingardystunum í mars var eg ógvuliga nøgdur við egin avrik, sigur ein erligur Andrias Edmundsson.

Sí eisini: Myndir: Løgdu seinastu hond á fyrireikingarnar í Hoyvík

[object Object]
Gunnar Vatnhamar og Andrias Edmundsson á dagsins tíðindafundi (Mynd: Sverri Egholm)

Í Brøndby í mars fekk Andrias nógv rós frá dønum og føroyingum. Hann hevur spælt 7 A-landsdystir síðani november 2022, og alt bendir á, at Andrias Edmundsson verður ein framtíðarmaður og ein av føroysku miðverjunum frá byrjan í morgin klokkan 14.

Andrias stendur á Tórsvølli ikki so nógvar tímar undan sínum fyrsta A-landsdysti á heimavølli. Hetta gleðir høgi verjuspælarin seg sjálvandi til. Vit spurdu, hvørjum Føroyar skuldu fara eftir í 1. Nations League umfarinum móti Norðurmakedónia.

- Sjálvandi skulu vit fara inn fyri at fáa stig, men um dystarmyndin er trupul, skulu vit eisini vera nøgdir við eitt stig.

Sí alla samrøðuna ovast.

Portalurin hevur beinleiðis blogg av Tórsvølli í morgin. Vit hava myndir av landsdystinum og taka aftaná samanum við teksti og samrøðum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder