Fótbóltur

Árni og Páll bjargaðu KÍ

Skála skelkaði við góðum leiðslumáli beint eftir stegðin, men brotsspark og síðani flott mál tryggja føroyameistarunum trý stig á Skála.

Eins og móti NSÍ seinast, kunnu KÍ-spælararnir vera lættir um ein sigur móti uppflytara, har trífaldu føroyameistararnir vendu dystinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Eins og móti NSÍ seinast, kunnu KÍ-spælararnir vera lættir um ein sigur móti uppflytara, har trífaldu føroyameistararnir vendu dystinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-04-06 22:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Aðru viku á rað móti uppflytara og aðru viku á rað trý stig, men eftir nógv baks og eftir at hava verið “í sekkinum”.

Hetta er veruleikin hjá KÍ, sum onkursvegna roynir at finna stevið undir nýggjum venjaratoymi og við øðrum broytingum. Í kvøld gekk striltið á Skála, har einki mál kom í heldur keðiligum 1. hálvleki.

Skála var væl skipað og beint eftir stegðin sló vongurin Marjus Nón til við framúr skoti upp í málhorni eftir kontra.

KÍ legði nú uppaftur meira fyri, og løtu seinni varð brotsspsark dømt, tí Páll Klettskarð fekk eitt lítið skump í ryggin. Árni Frederiksberg umsetti trygt til mál úr ellivu metrum.

[object Object]
Tvífaldur málkjútti móti NSÍ, toppskjútti í deildini og dystaravgerandi aftur í dag (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: Páll: Landsliðið er farið fyri mítt viðkomandi

1-1 men framvegis stríggið hjá føroyameistarunum - eisini tí Skála bjóðaði av við mótálopum. Teir appelsinlittu vildu einaferð hava brotsspark, og lítla løtu seinni kundi Cedric Yambere helst fingið sítt seinna gula kort.

Ístaðin vaks trýstið á Skála málið. Teir á heimaliðnum arbeiddu gróthart, men sum fráleið gekk orkan eitt sindur fyri, og tað gjørdist bert talan um verjuspæl.

Páll Andrasson Klettskarð og Pætur Petersen høvdu báðir stórar møguleikar í seinna hálvleiki, og langt inni í yvirtíðini sló Páll til. Innskifti Dan í Soylu fekk bóltin í vinstru, legði hart og væl inn við høgra beini, og við aftaru stong fekk 33-ára gamli málrevurin smoygt seg frían millum tveir verjuspælarar og snilt stútað bóltin í mál til 1-2.

Sjeynda málið í Betrideildini í ár hjá Pálli og trý stig afturat til KÍ, hóast tað ikki var pent.

Skála ÍF - KÍ 1-2 (0-0)
48' Marjus Nón 1-0
56' Árni Frederiksberg 1-1
90+4' Páll Klettskarð 1-2

Sí meira á dystir.fo

Støðan Betri deildin menn
1. B36 9 stig
2. KÍ 9 stig*
3. Víkingur 9 stig
4. HB 6 stig
5. 07 Vestur 7 stig
6. NSÍ 3 stig
7. Skála ÍF 3 stig*
8. EB/Streymur 1 stig
9. B68 1 stig
10. ÍF 0 stig

*Ein dyst fleiri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder