Fótbóltur

Aron Benjaminsen longu skorað fyri besta liðið

16-ára gamli føroyski vongurin varð skiftur inn í steðginum í venjingardystinum hjá Kristiansund í gjár og gjørdi bart eftir einum korteri.

Aron Benjaminsen skrivaði fyri kortum sáttmála við Kristansund. Besta liðið skal spæla í bestu norsku deildini í ár - ungi strandingurin venur við millum teir vaksnu og hevur longu spælt og skorað í venjingardysti (Mynd:kristiansundbk.no)

Aron Benjaminsen skrivaði fyri kortum sáttmála við Kristansund. Besta liðið skal spæla í bestu norsku deildini í ár - ungi strandingurin venur við millum teir vaksnu og hevur longu spælt og skorað í venjingardysti (Mynd:kristiansundbk.no)

2024-03-16 09:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í síðstu viku varð kunngjørt, at Aron Benjaminsen hevur gjørt sáttmála við Kristiansund Ballklubb. Talan er um ein spælara, sum í stóran mun er uppvaksin hjá Skála ÍF, og sum KBK vann kappingina um. Hetta skrivar norska felagið á heimasíðu sínari.

Til ber at lesa meira um júst tað á kristiansundbk.no.

Tá Aron var til royndarvenjing í januar, vandi hann bæði við U19-liðnum og besta liðnum. Kristiansund er eitt felag, ið vanliga gevur nógvum ungum spælarum spælitíð, og longu í gjár fekk 16-ára gamli føroyingurin minuttir í einum venjingardysti.

Kristansund spældi í næstbestu norsku deildini í fjør men flutti upp saman við Fredrikstad. Harvið er Eliteserien á skránni skjótt - í gjár var venjingardystur á skránni móti Levanger, sum skal spæla í næstbestu norsku deildini í ár.

Aron Benjaminsen varð skiftur inn frá byrjan av í 2. hálvleiki, og bert 16 minuttir seinni sló 16-ára gamli strandingurin veruliga til. Vinstrabeinti vongurin skoraði einasta málið hjá KBK - fimm minuttir eftir leiðslumálið hjá Aroni javnaði Levanger við brotssparki, og tað endaði 1-1.

[object Object]
Hann sær ikki so stórur úti, men KBK sær stórt í unga føroyski vonginum í miðjuni, sum í javnleikinum í gjár var annar av málskjúttunum í dystinum (Mynd: kristansundbk.no)

At Aron verður at síggja nógv í Eliteseriuni enn er ósannlíkt, men hetta er í øllum førum ein jalig byrjan hjá føroyinginum. 

Talan var um næstseinasta venjingardysti hjá Kristansund áðrenn kappingarbyrjan, sum er 1. apríl.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder