Kim Antonelli kann í dag gerast heimsmeistari í Formel 1. Endar hann á níggjunda plássi ella betri enn tað í Grand Prixnum í Meksiko, verður hann yngsti heimsmeistari í Formel 1.
Verður tað ikki í dag, verður tað helst í næstu kapping, tí við fimm kappingum eftir, er 20 ára gamli italiumaðurin á odda við 123 stigum niður til liðfelagan í Mercedes, George Russel og 124 til Lewis Hamilton hjá Ferrari.
Restina av kappingarárinum ber í mesta lagi til at skræva 125 stig saman.
(Mynd: Ronaldo Schemidt/AFP/Ritzau Scanpix)
Yngsti F1 heimsmeistarin higartil er Sebstian Vettel, sum vann í 2010. Hann var tá 23 ár og 133 dagar.
Kim Antonelli er 20 ár og 68 dagar.
Meksinanska Grand Prixið byrjar í kvøld klokan 20 føroyska tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald