Fótbóltur

Arsenal selur enn ein leikara til West Ham

Lucas Pérez gjørdist ongantíð nøkur succes í enska stórfelagnum.

2018-08-09 14:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Enska Premier League felagið Arsenal boðar í dag frá, at tey hava selt 29 ára gamla spanska áleyparan, Lucas Pérez, til West Ham United.

Hetta er annar leikarin, sum fer úr Arsenal til West Ham í summar. Fyrr í summar skifti miðvalleleikarin Jack Wilshere til The Hammers.

Lucas Perez hevur fingið ein trý ára sáttmála við West Ham, hvørs nýggi venjari, kilenski Manuel Pelegrini, sum fyrr hevur vant Manchester City, hevur verið virkin á keypsmarknaðinum í summar og keypt ikki færri enn áttar nýggjar spælarar.

Pérez kom til Arsenal úr Deportivo la Coruña fyri tveimum árum síðani, men megnaði ikki at sláa ígjøgnum sum málskorari á liðnum. Fyrsta kappingarárið fekk hann einans 11 dystir á besta liðnum og skoraði eittans málið.

Síðsta kappingarár var hann leigaður út til Deportivo la Coruña aftur. Hann kom aftur til London at venja í summar, men hevur ikki megnað at gera vart við seg á liðnum, har royndir áleyparar sum Alexandre Lacasette, Pierre-Emerick Aubameyang og Danny Welbeck eru fyrsta val í álopinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder