Fótbóltur

Polterabend: Fegnaðist um gullið hjá komandi manninum

Partur av degnum hjá Saru Samson Lamhauge var at stuðla René Shaki Joensen, sum spældi væl á KÍ-miðvøllinum á Tórsvølli og fekk greipu í húskið annað árið á rað.

Nógv gull at fegnast um hjá Saru og Shaki - skjótt skal fótbóltsparið giftast (Mynd: Jens Kr. Vang)

Nógv gull at fegnast um hjá Saru og Shaki - skjótt skal fótbóltsparið giftast (Mynd: Jens Kr. Vang)

2025-11-01 08:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Bæði í 2023 og 2024 vunnu Sara Samson Lamhauge og NSÍ-kvinnurnar steypafinaluna. Tá var unnustin og hennara trúlovaði René Shaki Joensen millum stuðlarnar á Tórsvølli - í kvøld var tað umvent.

Tað serstaka hesaferð var, at vinkonurnar høvdu polterabend við Saru í gjár, so tær vóru eyðkendar millum KÍ-áskoðararnar til steypafinaluna.

[object Object]
Sara Samson Lamhauge sæst við krúnu og øðrum mitt í rokanum (Mynd: Jens Kr. Vang) 

[object Object]Seinastu tvey árini hevur miðvallarin havt stóran leiklut í steypasigurum og gullheiðursmerkjum hjá NSÍ  - her í finaluni móti Víkingi í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Rená Shaki Joensen var aftur stinnur fyri KÍ. Hann hevur spælt fyri felagið seinastu fýra árini (Mynd: Jens Kr. Vang) 

René Shaki Joensen, ið hevur verið nakað skaðadarvaður seinastu mánaðirnar, stóð fyri einum sterkum avriki á KÍ-miðvøllinum í gjár. Orkuríki havnarmaðurin spældi allar 90 minuttir í finalusigrinum á Víkingi og var við til at vinna eina greipu fyri aðru ferð.

Aftaná kundi Shaki fegnast saman við sínum liðfeløgum, fjepparum og eisini Saru Samson Lamhauge. 

[object Object]Eitt serstakt steypafinalukvøld hjá parinum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Myndir: Stóri KÍ-fagnaðurin á Tórsvølli

Kærleikssøgan hjá René Og Saru, sum byrjaði tá bæði spældu við HB, er væl lýst í einari útávu í blaðnum Ellivu frá í fjør - Tað byrjaði við Snapchat.

Har verður eisini komið inn á, hvussu tað er at fáa javnvág í lívið sum fótbóltsspælari á hægsta stigi í Føroyum: Bæði spæla við oddaliðum og eru sum oftast á landsliðnum, tá tey eru tøk. Saman eiga René Shaki Joensen og Sara Samson Lamhuage dóttrina Shiru Shaki Lamhauge.

Í roynd og veru hevði Sara spælt finalu fýra ár á rað áðrenn hetta kappingarárið - við HB í 2021 og 2022. Tá var hon ikki á vinnandi liðnum, men nú er steypagull komið inn í parlagið trý ár á rað. 

Sum heild er nógv gull har: Í fjør vunnu Sara Samson Lamhauge og NSÍ greipuna - nú vóru tað René Shaki Joensen og KÍ. Skjótt skulu tey bæði giftast.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder