Almenni miðilin hjá Grimsby Town fekk eftir 3-1 sigurin á Ebbsfleet United í gjár orðið á Geza David Turi.
Hetta var fyrstu ferð í tveir mánaðir, at gøtumaðurin spældi 90 minuttir. Og Geza var eisini við í síðsta málinum í siginum í 1. umfari í FA Cup.
Les eisini: Geza Turi legði upp og spældi 90 minuttir
24-ára gamli føroyski miðvallarin fekk møguleikan, men hann staðfestir, at kappingin um plássini í Grimsby er gróthørð, og at tað snýr seg um altíð at vera á til venjing og at vera til reiðar.
Hoyr samrøðuna - á enskum - ovast ella á youtube-rásini hjá Grimsby
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald