KÍ gjørdi tað, sum tey flestu væntaðu áðrenn: Liðið hjá Magnusi Powell vann greipuna við tryggum meistaraheiti og steypafinalusigri á Víkingi.
Les eisini: KÍ krýndi eitt framúr kappingarár
Mads Boe Mikkelsen fekk hol á við góðum máli í einum annars heldur tungum fyrra hálvleik, og Páll Andrasson Klettskarð setti hóskandi punktum, júst sum yvirtíðin byrjaði.
![]()
KÍ-fagnaður eftir fyrra málið, sum Mads Boe Mikkelsen (nummar 6 skoraði). Miðvallarin skoraði eisini í finalu móti Víkingi í 2020, tá hann var við at tryggja HB greipuna (Mynd: Sverri Egholm)
Myndir: Stóri KÍ-fagnaðurin á Tórsvølli
Til ber at síggja málini, nakrar málmgøuleikar, samrøður og steypahandan við at trýsta á her. Tað er Televarpið, ið eigur upptøkurnar.
Hoyr eisini: KÍ' arar seta orð á steypasigurin
----------------------------------------------------------------------------
-----------------------------
Finalan um Løgmanssteypið 2025
Fríggjadagin 31. oktober
KÍ - Víkingur 2-0 (1-0)
37' Mads Boe Mikkelsen (Daniel Johansen) 1-0
90' Páll Andrasson Klettskarð 2-0
KÍ (4-2-3-1): Mark F. Jensen - Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Gaston Nicholas Tellechea, Daniel Johansen - René Shaki Joensen, Jákup Biskopstø Andreasen, L (65' Hallur Hansson) - Árni Frederiksberg, Mads Boe Mikkelsen (74' Patrik Johannesen), Filip Brattbakk (86' Claes Phillip Kronberg) - Páll Andrasson Klettskarð
Venjari: Magnus Powell
Víkingur (5-4-1): Bárður á Reynatrøð - Ari Olsen, Atli Gregersen (L), Ingi Arngrímsson (82' Aron Jarnskor Ellingsgaard) Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson - Jákup Johansen, Ragnar Skála, Sølvi Vatnhamar, Olaf Bárðarson (91' Arnór Brandsson) - Jørgen Nielsen (82' Rani Hansen)
Venjari: Jóhan Petur Poulsen
Dómari: Jákup Øssurson Mohr
Áskoðaratal: 3.500
Dagsins spælari: Odmar Færø
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald