Fótbóltur

Arsenal var vinnarin á Anfield

Skerda Liverpool-liðið var aftanfyri men javnaði til 1-1 móti City, sum framvegis er eitt stig aftanfyri. Arsenal fekk tí sum so mest burturúr úrslitinum hjá kappingarneytunum.

1-1 á Anfield og Manchester City og Liverpool eru framvegis nær um stavn um stavn í oddastríðnum í Premier League (Mynd: EPA)

1-1 á Anfield og Manchester City og Liverpool eru framvegis nær um stavn um stavn í oddastríðnum í Premier League (Mynd: EPA)

2024-03-10 17:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í møguliga seinasta dystinum millum Liverpool og City í tíðini hjá Klopp - liðini kunnu væl hittast í FA Cup-finaluni - endaði tað við javnleiki. Í fleiri av seinastu árunum hava hesi feløgini mynda oddastríðið í Premier League, og tey stríðast eisini um meistaraheitið nú.

Arsenal er tó eisini við, og eftir úrslitini í vikuskiftinum er London-felagið oddalið. Mikel Arteta og hansara mann knógvaðu ein sigur heim móti Brentford, og í dag sóu teir Liverpool og Manchester City fáa eitt stig hvør.

[object Object]
Mikel Arteta fegnast um 2-1 sigurin í gjár. Arsenal er nú nummar eitt í Premier League (Mynd: EPA)

Hetta merkir, at Arsenal og Liverpool bæði hava 64 stig, nú júst tíggju umfør eru eftir. Arsenal hevur tó betri málúrtøku, men Liverpool fær fleiri og fleiri spælarar aftur frá skaða og kann helst betri sættast við javnleikin, tá hugsað verður um skaðastøðuna sum dysturin háttaði seg í dag.

Hetta var serliga tí at Manchester City legði seg á odda í 1. hálvleiki og hevði møguleikan at avgera seint í dystinum við millum annað skoti á stongina: Ikki tí; Liverpool skapti sanniliga eisini sínar møguleikar og støður útyvir brotssparkið, sum Darwin Nunez vann og Alexis Mac Allister umsetti til 1-1 tíðliga í 2. hálvleiki eftir stórt City-mistak.

Miðskeiðis í 1. hálvleiki var tað verjuparturin hjá Liverpool, ið svav í samband við hornaspark. Kevin De Bruyne legði bóltin hart og flatt til nærru stong, har John Stones kundi beina bóltin í Liverpool-málið.

Mohammed Salah og aðrir komu á vøllin, og Liverpool kundi eisini vunnið hendan dystin. Ístaðin er tað heilt, heilt javnt í oddastríðnum millum tey trý feløgini: Liðið hjá Pep Guardiola er eitt stig aftanfyri Arsenal og Liverpool. Hjá Liverpool er liðugt er við innanhýsis dystum móti: Arsenal - Manchester City er á skránni seinast í hesum mánaðinum. 

Fyrr í dag vann Tottenham seg annars nærri 4. plássinum við 4-0 sigri á kappingarneytanum Aston Villa.

[object Object]

Sí alla støðuna HER.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder