Annað

Ársins leikarar í føroyskum borðtennis

Elsa Kathrina Gisladóttir, Ári Fríðason Jensen, Dánial Jacobsen, og Maiken Frederiksdóttir vórðu heiðrað á gallaveitsluni eftir finalunum í Kontrast FM.

2026-04-13 18:18 Author image
Innsent
placeholder

Sum siður er á gallaveitsluni eftir Kontrast FM-finaludagin, vórðu tey, sum hava útmerkað seg í hesum kappingarárinum, útnevnd við ársins heiðrum.

Ársins leikari hjá kvinnum gjørdist Elsa Kathrina Gisladóttir, sum í ár einans 17 ára gomul vann sítt fyrsta føroyameistaraheiti í meistaradeildini hjá kvinnum.

Elsa Kathrina hevur vant ógvuliga dúgliga í ár, og hon hevur luttikið í fleiri kappingum uttanlands - onkur teirra goldin úr egnum lumma.

- Hesin hugburður og vilji inspirerar okkum øll, og vit skulu eisini nevna, at hon, hóast unga aldurin, eisini hevur tikið ein stóran leiklut á seg sum venjari, og er høvuðsvenjari á gentuliðnum hjá Tór í Havn, ljóðaði tað eitt nú í grundgevingini.

Hjá monnunum var tað Ári Fríðason Jensen, somuleiðis úr Tór, ið varð kosin ársins leikari. Hann gjørdist ov stuttur á finaludegnum leygardagin og tapti mansfinaluna, men hann hevur annars verið sannførandi í hesum kappingarárinum og gjørdist eitt nú Grand Prix-meistari.

Ársins ungi leikari gjørdist Dánial Jacobsen úr borðtennisfelagnum Tór, sum einans 12 ára gamal longu hevur gjørt vart við seg ímillum tey vaksnu. Í Grand Prix-kappingini hevur hann verið nógv í næstfremsta bólkinum, og í FM hjá vaksnum spældi hann seg í fjórðingsfinaluna.

Ársins herðaklapp fekk Maiken Frederiksdóttir, sum hevur verið ein hollur stuðul og umráðandi hjálparfólk í TBF og í føroyskum borðtennis.

Yvirlit - ársins í føroyskum borðtennis 2026:

  • Ársins leikari, kvinnur: Elsa Kathrina Gisladóttir
  • Ársins leikari, menn: Ári Fríðason Jensen
  • Ársins ungi leikari: Dánial Jacobsen
  • Ársins herðaklapp: Maiken Frederiksdóttir

Borðtennissamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder