
Innan síðstu vikuna er tað vorðið greitt, at EB/Streymur missir bæði Dánjal Godtfred (FC Suðuroy) og Gutta Dahl-Olsen (B36) til næsta kappingarár.
Aðrir av føstu monnunum fara møguliga, men í gjárkvøldið kunngjørdi EB/Streymur, at ungi maðurin, ið varð valdur til ársins spælara í felagnum í 2023, hevur skrivað undir nýggjan sáttmála.
Talan er um Mikkjal Samuelsen Hellisá. 21 ára gamli verjuspælarin spældi tilsamans 29 dystir og næstflestar minuttir fyri EB/Streym í 2023.
Samanlagt hevur Mikkjal spælt 95 dystir fyri besta liðið hjá barndómsfelagnum. Sum EB/Streymur vísir á, varð evnaríki verjuleikarin í 2019 kosin ársins stjørnuskot í felagnum. Í ár varð hann mettur at vera tann allarbesti, og Mikkjal Hellisá hevur staðfest seg sum umráðandi spælara hjá EB/Streymi.
Seinastu vikuna hevur makkarin hjá Mikkjali Hellisá í miðverjuni, liðskiparin Andras Olse eisini skrivað undir nýggjan sáttmála. Tað hevur fyribils formaðurin Rógvi Egilstoft eisini.
Sí eisini: Rógvi Egilstoft við rórið í EB/Streymi
Nýggi sáttmálin millum Mikkjal Hellisá og EB/Streym er galdandi fyri 2024.
Keldur: EB/Streymur og FaroeSoccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald