Fótbóltur

Ásla ætlar sær 50 dystir afturat

Fríggjadagin spældi Ásla Johannesen A-landsdyst nummar 50, og vónandi verða tað 50 dystir afturat. Kvinnurnar fyrireika seg nú til landsdystin móti Grikkalandi, sum verður á Tórsvølli týsdagin kl. 16:45.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-06-03 09:27 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

4-0 sigurin hjá kvinnulandsliðnnum á Andorra farna fríggjadag var samstundis A-landsdystur nummar 50 hjá liðskiparanum, Áslu Johannesen.

Og stendur tað til Áslu sjálva, so verða tað vónandi til 50 dystir afturat, tí sum hon sjálv sigur: Hon elskar landsliðið, og tað er altíð ein æra at spæla fyri Føroyar.

Í løtuni leggja kvinnurnar alla orka í fyrireikingarnar til EM-undankappingardystin móti Grikkalandi, sum verður á Tórsvølli týsdagin 4. juni klokkan 16:45.

Áðrenn venjingina sunnudagin fekk FSF varpið orðið á Áslu Johannesen. Millum annað setti hon orð á sigurin á Andorra, kensluna at skora á landsliðnum, hvat vit kunnu vænta okkum av dystinum móti Grikkalandi, og hvønn týdning stuðulin frá føroysku áskoðarunum hevur, nú enn ein stór uppgáva stendur fyri framman.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder