Fótbóltur

Nærum 1000 landsliðspakkar seldir

Atgongumerkjasølan til EM-undankappingardystirnar komandi ár gongur væl.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-12-12 19:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mánadagin varð farið undir at selja sokallaða ”Landsliðspakkan” í Nethandlinum á heimasíðuni hjá FSF. ”Landsliðspakkin” gevur atgongd til allar heimadystirnar hjá føroyska A-landsliðnum við monnum í komandi EM-undankapping.

Mánadagin skrivaðu vit um, at tað gekk skjótt at selja beinanvegin, og fsf.fo skrivar í dag at tað fleiri og fleiri keypa sær landsliðspakka. 
 
Meðan umbyggingin er í gongd á Tórsvølli, er pláss til áleið 3500 áskoðarar á tjóðarleikvøllinum.

Til ber at keypa landsliðspakkan her

Heimadystirnir hjá A-landsliðnum komandi ár: 

7. juni:

Føroyar – Spania

10. juni:

Føroyar – Noreg

5. september:

Føroyar – Svøríki

12. oktober:

Føroyar – Rumenia

15. oktober:

Føroyar – Malta



 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder