
Um ein lítlan hálvan tíma fara danir á vøllin í Samara. Danmak kom sera væl frá byrjan við sigri á Peru leygardagin. Hóast Danmark ikki spældi væl, og vóru nakað hepnir, so endaði tað við 1-0 sigri og tað hevur við sær, at Danmark nú kann seta seg í eina sera góða støðu, og tað er sera stórur spenningur í Danmark.
Avstralia er móttøðuliðið í dag. Liðið frá Down Under hevði ein góðan dyst ímóti Fraklandi leygardagin, men tapti tó 2-1. Um liðið hjá Bert Van Marwijk skal hava møguleikar at koma víðari, so skal í minsta lagi ein javnleikur til í dag og helst ein sigur. Avstralia stillar við somu ellivu sum ímóti Fraklandi; hjá Danmark byrjar Lasse Schöne inni ístaðin fyri skadda William Kvist.
Frakland var ikki bergtakandi í sínum spælið í sigrinum ímóti Avstralia. Men sterka manningin fekk tó hálað ein sigur heim, og nú er Peru fyri framman. Suðuramerikanska liðið spældi ágangandi, og burdi fingið okkurt burturúr dystinum. Í dag er Frakland greiðir favorittur, meðan Peru skal halda lív í sínari HM-vón.
Argentina snávaði ímóti Íslandi leygardagin. Nú skulu argentinar í gongd. Eitt væl samansett koratiskt lið er fyri framman. Kroatia fekk eina góða byrjan leygarkvøldið, tá Modric og co. vunnu 2-0 á Nigeria. Hetta kann gerast ein sera góður og spennandi dystur. Nógv er uppá spæl, serliga fyri Argentina, og har eru nógvir leikarar við høgari góðsku á báðum liðum.
Í gjár endaðu allir dystirnir 1-0. Spurningurin er, um tað kemur eitt sindur meira gongd á spælið og málskjótingina í dag.
13.00: Damark - Avstralia (TV2)
16.00: Frakland - Peru (TV2)
19.00: Argentina - Kroatia (DR1)
Kringvarpið vísir allar dystirnar í sjónvarpinum og á heimasíðunu(Argentina - Kroatia ein tíma forskotið í sjónvarpinum)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald