Fótbóltur

B36 hevur stórar trupulleikar

4-4 millum liðini, ið royna at jagstra fjórða plássið. 07 Vestur var á odda fýra ferðir í Gundadali, har persónlig mistøk og atgerðarloysi settu dám á hjá B36.

B36 hevur bert vunnið ein dyst í Betrideildini síðani 3. umfar (1. apríl). Tað eru nógv ting, sum ikki hanga saman hjá liðnum, sum ætlaði sær at kappast um FM (Savnsmynd: Sverri Egholm)

B36 hevur bert vunnið ein dyst í Betrideildini síðani 3. umfar (1. apríl). Tað eru nógv ting, sum ikki hanga saman hjá liðnum, sum ætlaði sær at kappast um FM (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-06-02 18:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri aðru ferð í ár endaði tað við javnleiki millum 07 Vestur og B36 í Gundadali. Talan var um ein óruddiligan fótbóltsdyst og eitt úrslit, sum bæði feløgini eru heldur ónøgd við. Serliga B36, orsakað av teirra støðu sum heild, tí tað var á heimavølli og tí øll málini hjá 07 Vestur komu eftir persónlig mistøk.

Útiliðið vísti nakrar góðar taktir, men kann iðra seg um, at man ikki helt fast í leiðsluni í  fýra royndum móti einum sárbærum mótsstøðuliði. 

Tað er tó ikki oftari enn so, at 07 Vestur fær stig í Gundadali. Tískil er tann parturin góðkendur. Tríggjar ferðir í fyrra hálvleiki skoraði 07 Vestur, har tað sæð við brillunum hjá útiliðnum var væl spælt. Útlendskir spælarar, og í triðja málinum ungi vágamaðurin Julian Mouritsen, høvdu góðar atgerðir. 

Við B36-brillum var tað ikki pent. Verjuparturin hevur verið ein stórur trupulleiki seinastu tveir mánaðirnar, og tað sigldi í 1. hálvleiki. Í sambandi við fyrsta málið fylgdu teir ikki monnum og renningum, og til seinast var tað liðformaðurin Jann Benjaminsen, sum ikki gjørdi sína uppgávu. Við 2. málið var tað málverjin Silas Eyðsteinsson, sum beindi bóltin í egið mál eftir flatt innlegg. Í sambandi við 2-3 málið vóru tað landsliðsúttiknu Silas og Jann í felag, sum ikki fingu avgreitt eitt innlegg, har liðformaðurin koyrdi bóltin í egið mál við bringuni.

Fjórða málið átti Silas Eyðsteinsson sjálvur. At sandavágsmaðurin kann standa væl í Betrideildini, og at hann hevur arbeitt fyri sínum møguleika í B36, hevur hann prógvað. Men seinastu tveir dystirnar hevur Silas, ið tók yvir fyri Bjarta Mørk, kostað fleiri mál. Stór spurnartekin kunnu setast við landsliðsúttøku hansara, tí málverjin hevur spælt so lítið í fremstu røð seinastu tvey árini. Í 55. minutti helt hann onkursvegna ikki langskotinum hjá Benjamin Braithwaite, og so var 4-3 Eitt korter seinni tók Dan Brimsvík avleiðingina og skifti málverja.

[object Object]
Silas Eyðsteinsson er settur í eina trupla støðu. Hansara mistøk og útskifting í dag verða onkursvegna eitt súmbol fyri støðuna hjá B36 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Júst Dan Brimsvík hevur tikið nógvar avgerðir, sum spurnartekin kunnu setast við. Nú er talan um bert ein sigur seinastu níggju landskappingardystirnar, og tað er langt frá nøktandi, í mun til hvat B36 hevur sett nøsina upp ímóti.

Tað jaliga í dag var, at B36 svaraði aftur fýra ferðir,  og málini vóru góð. Jelle van der Heyden, Hannes Agnarsson og Anton Søjberg avsluttaðu væl í 1. hálvleiki.  Jann Benjaminsen vísti seg væl fram í álopskenda spælinum við uppleggi og frísparksmálið til 4-3 - her sá Sebastian John í 07 Vestur málinum ikki serliga gott út.

Verjuparturin hevur ikki eydnast væl hjá 07 Vestur. Níggju mál inn seinastu tveir dystirnar og samanlagt yvir 30 í lands- og steypakapping (næstflest av Betrideildarliðum). 

Betrideildin 12. umfar
Í dag, sunnudagin 02.06

B36 - 07 Vestur 4-4 (3-3)
14' Filip Brattbakk (Maxwell Effiom) 0-1
23' Jelle van der Heyden 1-1
28' Sjálvmál (Benjamin Smales Braithwaite) 1-2
34' Hannes Agnarsson (Jann Benjaminsen) 2-2
39' Sjálvmál 2-3
41' Anton Søjberg (Jelle van der Heyden) 3-3
55' Benjamin Smales Braithwaite 3-4
72' Jann Benjaminsen 4-4

Meira um dystin her

KÍ - Víkingur 0-2 (0-1)
26' Olaf Bárðarson (Poul Kallsberg) 0-1
69' Arnbjørn Svensson (Poul Kallsberg) 0-2

Meira um dystin her

Les eisini: 
Vikingur varpaði KÍ fyribils úr FM-stríðnum

17.00: NSÍ - HB (0-2)

Í gjár, leygardagin 01.06

B68 - EB/Streymur 2-0 (1-0)
38' Villiam Emil Klein 1-0
79' Villiam Emil Klein (Bartal Páll Klein) 2-0

Skála - ÍF 3-2 (2-0)
13' Sjálvmál 0-1
18' Carlos Ferreira (Djóni Petersen) 0-2
21' Jhon Mena Perez 2-1
71' Uros Stojanov 2-2
85' Markus Isaksen (Ragnar Skála) 3-2

Les eisini: B68 vann sín fyrsta dyst í Betrideildini í ár

Støðan í Betri deildini hjá monnum
1. Víkingur 33 stig
2. HB 30 stig *
3. KÍ 27 stig 
4. NSÍ 19 stig *
5. B36 16 stig
6. 07 Vestur 15 stig 

7. Skála 13 stig 
8. EB/Streymur 7 stig 
9. B68 6 stig 
10. ÍF 3 stig 

* Ein dyst færri


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder