Annað

Badminton: Ársins stjørnuskot og leikarar tilnevndir

Tey, sum vórðu heiðrað vóru Óðin Eldevig, Brynja á Borg, Miriam í Grótinum, og Rúni Øster.

(Mynd: Badmintonsamband Føroya)

(Mynd: Badmintonsamband Føroya)

2026-04-13 17:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á ársins Kontrast FM gallaveitslu leygarkvøldið blivu - sum siðvenja er - tilnevningar av ársins ungu stjørnuskotum og ársins leikarum avdúkaðar.

Landsliðsvenjarin í badminton, Fai Yin Wong helt eina røðu, har hann motiveraði tilnevningarnar:

- Óðin Eldevig er leikarin, sum møtir fyrst til og fer síðst frá venjing. Óðin hevur síðsta árið víst fyrimyndarligan innsats, tí bleiv hann ársins unga stjørnuskot hjá dreimgjunum.

- Brynja á Borg hevur til venjing og kappingar víst veruligt ágrýtni, har hon sum badmintonleikari veruliga hevur tikið seg fram.

- Miriam í Grótinum hevur enn einaferð víst seg sum stóra fyrimynd hetta seinasta árið. Bæði við at vinna so nógv gull á Orknoyggjum og við góðum úrslitum altjóða og í donsku kappingini, har hon komandi kappingarár skal kappast í sterkastu deildini við besta liðnum hjá KBK.

- Rúni Øster vísir altíð fyrimyndarligan atburð sum leikari, har hann seinasta árið eisini hevur vunnið fleiri gullheiðursmerkir á Orknoyggjum og fingið góð úrslit altjóða og við KBK í Danmark.

Heiðraðu leikararnir fingu rósur og serstakt minnissteyp handað frá landsliðsvenjaranum, skrivar Badmintonsamband Føroya.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder