Fótbóltur

Barcelona og Atletico Madrid liggja væl fyri

Sponsku feløgini vunnu bæði í fyrru fjórðingsfinalunum - tær seinnu eru á skránni í næstu viku.

Bacelona-spælarar fegnast eftir málið hjá Andreas Christensen til 2-3 í París (Mynd: EPA)

Bacelona-spælarar fegnast eftir málið hjá Andreas Christensen til 2-3 í París (Mynd: EPA)

2024-04-11 17:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrru fjórðingsfinalurnar í Champions League eru spældar, og tað varð undirhaldandi: 18 mál vóru skoraði, og sveiggj vóru í øllum dystunum.

Týskvøldið vóru tveir javnleikir - í gjár var ein heimasigur og ein útisgur. Í báðum dystunum var tað eitt spanskt felag, sum sigraði. 

Barcelona vitjaði í París og legði seg á odda stutt fyri steðgin. PSG svaraði aftur við tveimum skjótum málum í byrjanini av 2. hálvleiki, men Barca fór við øllum. Tað var danin Andreas Christensen, sum skoraði avgerandi málið til 3-2. Raphina skoraði hini bæði. Gestirnir høvdu gott tamarhald á Kylian Mbappé og eydnast hetta eisini í Barcelona týskvøldið, so kemur hálvfinalupláss helst í hús hjá Xavi og hansara monnum.

Diego Simeone er gamal í garði í Champions League, og í gjárkvøldið vann Atletico Madrid 2-1 á Borussia Dortmund. Teir á spanska liðnum kunnu iðra seg um, at teir ikki vunnu tryggjari. Atletico skoraði bæði málini fyri stegðin, var meira vandamkið og Dortmund minkaði ikki fyrrenn 10 minuttir vóru eftir. Alt opið undan seinna dystinum, sum verður í Týsklandi.

[object Object]
Diego Simeone hevur staðið í tveimum Champions League-finalum áður (Mynd: EPA)

Champions League fjórðingsfinalur - fyrru dystirnir
Mikudagin 10.04
Atletico Madrid - Borussia Dortmund 2-1 (2-0)
4' Rodrigo de Paul 1-0
32' Samuel Lino 2-0
81' Sebastian Haller 2-1

PSG - Barcelona 2-3 (0-1)
37' Raphina 0-1
48' Ousmane Dembele 1-1
51' Vitinha 2-1
62' Raphina 2-2
77' Andreas Christensen 2-3

Hesi fýra liðini spæla seinnu fjórðingsfinalurnar týsdagin 16.04

Týskvøldið 09.04
Arsenal - Bayern München 2-2 (1-2)
12' Bukayo Saka 1-0
18' Serge Gnabry 1-1
32' Harry Kane 1-2
76' Leandro Trossard 2-2

Real Madrid - Manchester City 3-3 (2-1)
2' Bernardo Silva 0-1
12' Eduardo Camavinga 1-1
14' Rodrygo 1-2
66' Phil Foden 2-2
71' Josko Gvardiol 2-3
79' Federico Valverde 3-3

Les eisini: Tíggju mál í fyrstu fjórðingsfinalunum

Hesi fýra liðini spæla seinnu fjórðingsfinalurnar týsdagin 17.04


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder