Nú er greitt, at Ragnar Samuelsen, Noah Hans Mneney og Ari Petersen vera í føroyska ferðalagnum, sum í morginárini setur kós ímóti Estlandi.
Hetta skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum seinnapartin.
Leygardagin spælir A-landsliðið við monnum fyrra dystin í Baltic Cup 2024, tá Estland tekur ímóti á Le Coq Arena í Tallinn.
Men til landsliðsuppgávurnar hesaferð verður venjarin, Håkan Ericson noyddur at síggja burtur frá Bartali Wardum úr HB, Andriasi Edmundsson, ið spælir fyri MKS Chojniczanka í Póllandi, og málverjanum, Mattiasi Lamhauge, sum spælir fyri FC Fredericia í Danmark.
Í staðin hevur landsliðsvenjarin sent boð eftir Ragnari Samuelsen úr B68, og Noah Hans Mneney, sum spælir fyri norska felagið Bryne FK, og Ari í Haraldstovu Petersen úr KÍ.
Seinni dysturin í Baltic Cup verður týsdagin 11. juni, og tá verður mótstøðuliðið annaðhvørt Lettlandi ella Litava.
Hópurin
 Bárður á Reynatrøð, Víkingur
 Silas Eyðsteinsson, B36 Tórshavn
 Ari í Haraldstovu Petersen, KÍ Klaksvík
 Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
 Jann Julin Benjaminsen, B36 Tórshavn
 Viljormur Davidsen, HB Tórshavn
 Daniel Johansen, Thisted FC (Danmark)
 Ragnar Samuelsen, B68 Toftir
 Noah Hans Mneney, Bryne FK (Noreg)
 Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
 Samuel Chukwudi, HB Tórshavn
 Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)
 Aron Jarnskor Ellingsgaard, Víkingur
 René Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
 Arnbjørn Svensson, Víkingur
 Hanus Sørensen, HB Tórshavn
 Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
 Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndal IF (Noreg)
 Stefan Radosavljevic, Sligo Rovers FC (Írland)
 Pætur Petersen, KÍ Klaksvík
 Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Runavík
 Petur Knudsen, NSÍ Runavík
 Jóan Símun Edmundsson, FC Shkupi (Norðurmakedónia)
 Patrik Johannesen, Breiðablik (Ísland)
                
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald