2025-07-16 18:08

Næstseinasta finalukvøldið í svimjing á Oyggjaleikunum 2025 er nú farið í gongd.
Føroyar eru í einstaklingasvimjing umboðaðar í seks finalum við sjey ymiskum svimjarum.
Síðani eru tríggjar liðkappingar við føroyskari luttøku.
Spenningur er um, hvussu nógv heiðursmerki verða fingin til høldar - higartil hevur tað gingist væl.
Les eisini: Tvey gull og nógv føroysk met í svimjing
Sí eisini: Føroyar eru framvegis fremstar á Oyggjaleikunum
Fyrsta finalan í svimjihylinum byrjaði klokkan 18. Niðanfyri er yvirlit yvir, hvørji svimja fyri Føroyar.
Til ber at hyggja á Youtub-leinkjuni ovast ella her
Sambært Havnar Svmijifelag eru føroyingarnir í hesum finalunum í kvøld:
100 bringa:
Lea O. Højsted, Ægir
100 frí:
Bartal E. Eidesgaard, HS
50 frí:
Alisa Vestergård, Susvim
50 firvald:
Isak Brisenfeldt, HS
200 rygg:
Elisabeth Erlendsdóttir, HS
800 frí:
Líggjas Joensen, Ægir
Silas D. Lindberg, HS
Kvinnurnar hava 4x100 frí liðsvimjing
Menninir hava 4x100 blandað liðsvimjing
Síðan er 4x50 blandað MIX liðsvimjing - tvær gentur og tveir dreingir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald