
Hóskvøldið hevði NSÍ eina fótbóltsframsýning móti størsta finska felagnum. HJK Helsinki fekk so at siga ikki eitt bein til jørðina í Klaksvík - hvørki við 10 ella 11 monnum.
4-0 gjørdist endaliga úrslitið í fyrra dystinum í 1. umfari í Conference League Fyrimunurin hjá føroyska liðnum undan dystinum í finska høvuðsstaðnum í morgin kundi væl verið størri. Tað vóru spæl og málmøguleikar til.
Sí eisini: Sí eisini: Stórbærur og stórir NSÍ-sigur
Hoyr eisini: Video: Brandur Hendriksson vil ikki selja skinnið áðrenn bjørnin er skotin
Sí eisini: Kristian: - Kunnu ikki bara verja tað heim
Tveir av málskjúttunum, Emil Weihe Joensen og Daniel Obbekjær, fegnast saman eftir málið hjá síðstnevnda (Mynd: Sverri Egholm)
Útgangsstøði er tó sjálvandi gott hjá NSÍ, og í gjármorgunin setti hópurin kósina til Keypmannahavnar. Har var ein venjing á skránni í Ryparken, sum er eitt øki á Eysturbrúgv.
Myndir: NSÍ Runavík
Týskvøldið fleyg NSÍ-hópurin víðari til Finnlands, og har eru nú fyrireikingar í gongd. NSÍ skal í morgin royna at gera arbeiði liðugt og fyri fyrstu ferð í søgu felagsins spæla seg víðari yvir tveir dystir í Evropa - í 2020 var tað bert ein dystir í hvørjum umfari, tá NSÍ syfti walisiska Barry Town á Svangaskarði.
Hetta hevði verið eitt stórt ítróttarligt fet hjá felagnum, og hevði hetta eisini munað væl fíggjarliga.
Dysturin á Bolt leikvøllinum í finska høvuðsstaðnum byrjar klokkan 17 føroyska tíð í morgin, hósdagin 17. juli.
Til ber at fylgja gongdini í seinna dystinum í 1. umfari í Conference League ovast á Portalinum. Hann kann stroymast her
Dysturin verður eisini vístur í Løkshøll
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald