
Fyrstu kappingardagarnir hjá Føroyum á Oyggjaleikunum 2025 hava verið frálíkir - serliga var mánadagurin góður.
Samanlagt hevur talan verið um heili 21 gullheiðursmerki, harav serliga fimleikur, bogaskjóting og síðani svimjing hava fingið talið so høgt - rennarar hava eisini gjørt sítt.
Sum heild hava so at siga allar greinar syrgt fyri heiðursmerkjum, og tí standa Føroyar við 41 heiðursmerkjum eftir tríggjar dagar. Hetta er flest av øllum, og seks fleiri enn Jersey, sum er á 2. plássi.
Til ber leypandi at síggja yvirlit yvir føroysk heiðursmerki ovast á Portalinum
Her ber til at síggja hvørji hava vunnið heiðursmerki fyri Føroyar
Sum sæst, hava Føroyar flestar gull og flestar silvur. Í mun til at vinna leikirnar samanlagt, snýr tað seg um vunnin gull.
Nú tríggir kappingardagar eru eftir, spyr Kringvarpið, um Føroyar kunnu vinna samanlagt eins og á Álandi í 2009.
Fleiri heiðursmerki - og gull 1 eru í væntu í dag og næstu dagarnar, um føroysku íðkararnir halda fram við góðu avrikunum.
Her ber til at síggja yvirlit yvir føroysku kappingarnar í dag, mikudagin 16. juli
Á heimasíðuni hjá Oyggjaleikunum, orkney2025.com, ber til at stroymuøa flestu kappingarnar beinleiðis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald