Hondbóltur

Berlin umaftur – brotskast til okkum í seinatu sekundunum

Jana Mittún – dagsins leikari – var púra køld eins og systkinabarnið á sinni. 31-31 móti Serbia.

2025-12-04 16:13 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað gjørdist ræðuliga spennandi móti Serbia í dag. Vit bardu okkum til javnleik. Við at fáa brotskast í síðstu sekundunum fyri eitt mistak, sum serbar gjørdu á okkara hálvu.

So støðan var tann sama sum í Berlin í januar í fjør, tá Elias tryggjaði okkum fyrsta EM-stigið við brotskasti.

Hesafer var tað Jana Mittún, systkinabarn Elias, ið varð sett at taka brotskastið. Púra etandi køld buldraði hon bóltin ovarlaga í málið. Og úrslitið gjørdist 31-31.

Eitt stig til okkara.

Fantastiskt – men vit mugu vera erlig og siga, at tað hevði verið fjálgari við tveimum, tí tað var ikki ómøguligt.

Stuðulin frá føroysku fjepparunum merktist veruliga í dag.

Ein stórur føroyskur dagur í Dortmund


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder