Hondbóltur

Bjarta Johansen spældi dyst nummar 50 í søguligum sigri

Royndi og snildi strikuspælarin hjá Kyndli hevur higartil havt stóran leiklut í sínum seinna - og seinasta - endaspæli. Bert hon og Pernille Brandenborg hava spælt hálvthundrað A-landsdystir fyri føroyska kvinnulandsliðið.

Bjarta Johansen er í gongd við sítt seinasta endaspæl, og undankappingin tiil EM, sum Føroyar eru í gongd við, verður tann síðsta hjá 32-ára gamla strikuspælaranum. Her fegnast hon um pláss í miðumfarinum eftir trygga sigurin á Paraguay í gjár (Mynd: Sverrri Egholm)

Bjarta Johansen er í gongd við sítt seinasta endaspæl, og undankappingin tiil EM, sum Føroyar eru í gongd við, verður tann síðsta hjá 32-ára gamla strikuspælaranum. Her fegnast hon um pláss í miðumfarinum eftir trygga sigurin á Paraguay í gjár (Mynd: Sverrri Egholm)

2025-12-01 18:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Eg koyri ikki eitt kappingarár afturat hesum. Eg eri ræðuliga troytt, um eg skal vera erlig og ikki so motiverað sum onnur ár. Har er landsliðið tó ein stór gularót, umframt tað at vónandi spæla finalur í Føroyum. Eg havi eitt 40-tíma arbeiðið, tvey børn, havi eini hús í Havn - tað krevur eisini man hevur eitt sindur av pengum. 

- So hetta er mín síðsta undankapping, og HM verður mítt seinasta endaspæl.

Hetta staðfesti Bjarta Johansen í longri samrøðu við Portalin í Íslandi - dagin fyri søguliga EM-undnkappingarsigurin í oktober.

Sí eisini: Landsliðskempurnar: Saman í menningini og í ógvuliga ymiskum støðum

--

32-ára gamli strikuspælarin sat saman við Pernille Brandenborg, sum spælir yrkishondbólt í Noreg og Champions League-dystir fyri Storhamar. Tær eru í ógvuliga ymiskum støðum men hava áður spælt saman í Vendsyssel og á  landsliðnum saman í nærum tíggju ár.

[object Object]
Bjarta Johansen og Pernille Brandenborg (nummar 7 og nummar 18) fegnast saman við viðspælarunum og fjepparum eftir stórsigurin á Paraguay í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

Menningin hevur veirð eyðsæð, og Føroyar hava vunnið tríggjar av seinastu fimm kappingardystunum - bert Montenegro hevur vunnið á Føroyum í heyst og í vetur. Harav eru tveir HM-sigrar á rað, og tann seinni, móti Paraguay í gjár, var ein varði hjá Bjartu Johansen.

Hetta var skrásetti A-landsdystur nummar 50 hjá ídnu havnarkvinnuni á strikuni. Pernille Brandenborg var tann fyrsta føroyska kvinnan at náa mílasteinin. Tað var móti Montenegro í oktober - og nú hevur striku- og kamarsfelagin gjørt henni kynstrið eftir. Tað vitnar um stóru tænastuna hjá Bjartu Johansen fyri Føroyar.

Les eisini: Pernille Brandenborg tann fyrsta at røkka landsdysti nummar 50

- Kenslan er fantastisk. Vit skulu til Dortmund  til millumumfarið í HM - við tveimum stigum. Tað kundi ikki verið betri

Hetta segði Bjarta Johansen í viðtalu við Portalin eftir 36-25 sigurin á Paraguai í gjár. Dysturin tryggjaði endaliga, at Føroyar á fyrsta sinni skulu spæla í einum millumumfari til eitt vaksnamannaendaspæl.

[object Object]
Bjarta Johansen í eyðkendum stríðsstíli á strikuni. Hon spældi aftur meginpartin av dystinum í álopinum (Mynd: Sverri Egholm) 

Hetta hevði 32-ára gamla havnarkvinnan ikki sæð komið fyri nøkrum árum síðani, men harða arbeiði hjá henni og nógvum øðrum hava givið úrslit. Hetta er annað endaspælið á rað hjá føroysku kvinnum, og sleppur Bjarta Johansen, um alt vil væl til hesa vikuna, at vera við til í øllum førum tríggjar endaspælsdystir afturat.

Landsliðsvenjararnir hava eisini nummar 7 tøka til avgerandi EM-undankappingardystirnar í  mars og apríl, og tað kann hava nógv at siga - á og uttanfyri vøllin. Talan er um eina fyrimynd fyri føroyskar hondbóltsspælarar, sum millum annað í steypafinaluni í februar vísti sítt stóra virði fyri Kyndil: Bjarta gjørdist toppskjútti og besti spælari í finalusigrinum á Neistanum.

Á landsliðnum hevur leiklutir hennara á vølli ikki verið eins stórur seinastu árini, men Bjarta Johansen hevur til HM-endaspælið spælt nógv: Serliga í sigrunum á Spania (sum álopsstrika í 7 móti 6) og í landsdysti nummar 50 móti Paraguai sum einsamøll strika meginpartin av dystunum.

Bjarta Johansen er ikki av størstu strikuspælarum, men hon er snúðin, hartarbeiðandi, gongur á odda og er javnan góð fyri trygg mál. Í Kyndli hevur Bjarta eisini stóran leiklut í verjuni . Í morgin skal hon helst royna seg í løtum móti vertstjóðini Týsklandi í einum dysti í HM-meginumfarinum.

[object Object]
Bjarta Johansen og hinar stórfegnast eftir sigurin á Spania fríggjakvøldið. Tá var nummar sjey inni sum onnur av strikunum í 7 móti 6 meginpartin av dystinum og fekk millum annað eitt týðandi mál (Mynd: Sverri Egholm)

Turið Arge Samuelsen, sum nú er givin, er nummar trý á listanum yvir A-landsdystir á kvinnusíðuni. Tann næsta, sum kemur upp á talið 30, verður allarhelst Súna Krossteig Hansen. Í løtuni hevur 25-ára gamli bakspælarin 43 dystir.

Føroyar og Týskland spæla í fyrsta av trimum umførum í meginumfarinum týskvøldið 2. desember klokkan 19.30 føroyska tíð. FM1 og Portalurin hava upphitingartilfar gjøgnum søguliga dagin - millum annað útvarpssending klokkan 11. 

Tøl: Handballstatz og Hondbóltssamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder