ASV Elite kvinnurnar vunnu leygardagin 3-0 á heimavølli ímóti Holte. Finalurøðin í Danmark verður avgjørd við eini “best av fimm” røð og við sigrinum fyrradagin vann ASV Elite triðja sigurin og harvið danska meistaraheitið.
Holte vann annars innleiðandi donsku kappingina, har ASV bleiv nr. 2, men í finalurøðunum var ASV Elite stinnari enn Holte.
Umframt Bjørk, so hevur ASV Elite liðið eisini eitt annað føroyskt samband. Á liðnum saman við Bjørk er Marie Sonne Kristensen. Hon er unnustan hjá føroyska landsliðsleikaranum Bjarna Joensen úr Sørvági, sum saman við Silas Poulsen leikar við mannsliðnum hjá ASV.
Flogbóltssamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald