Fótbóltur

Blandað bomm hjá B36 og Víkingi í 2. umfari

Brøndby, Brann, BK Häcken, Gent, umframt íslendsk og norðurírsk feløg eru millum møguleikarnar, um B36 og Víkingur koma víðari úr 1. umfari í Conference League.

Magne Hoseth var í fjør KÍ-venjari, tá føroyska felagið sló svenska liðið, BK Häcken, út úr Champions League. Nú kunnu Hoseth og B36 renna seg í Häcken (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Magne Hoseth var í fjør KÍ-venjari, tá føroyska felagið sló svenska liðið, BK Häcken, út úr Champions League. Nú kunnu Hoseth og B36 renna seg í Häcken (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-06-19 10:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld skulu tey royna at venda tí í hálvfinaluupggerðum, og tí er hugsavnanin í B36 og Víkingi á tað og ikki á møguligar uppgávur í Conference League.

Lutakast verður tó klokkan 13, sum vísir, hvat hesi bæði føroysku feløgini kunnu møta um tey koma víðari. Í gjár varð greitt, at B36 og Víkingur bæði fingu lettiska mótsstøðu í 1. umfari.

Sí eisini: B36 og Víkingur skulu spæla móti liðum úr Lettlandi

Í 2. umfari eru møguleikarnir ógvuliga ymiskir: Alt frá belgiskum og donskum stórfeløgum til lið úr Gibraltar, Norðurírlandi og Íslandi. 

Nakrir spennandi møguleikar eru. B36 hevur sum styrkismett - vegna góðu evropeisku úrslitini seinnu árini - ein betri møguleika at fáa eitt gott lutakast. Tó eru sterk lið sum Brann úr Noreg og Häcken úr Svøríki eisini í hinum bollanum.

Møguleikarnir hjá Víkingi, um liðið kemur víðari:
KAA Gent (BEL)
Stjarnan (ISL) - Linfield FC (NIR) 
FC UNA Strassen (LUX) - KuPS Kuopio (FIN)
FC Vaduz (LIE)
Brøndby IF (DEN)

Møguleikarnir hjá B36, um liðið kemur víðari:
SK Brann (NOR)
BK Häcken (SWE)
FCB Magpies (GIB) - Derry City FC (IRL)
Valur (ISL) - KF Vllaznia (ALB)
Cliftonville FC (NIR)

Sí meira her

Lutakastið til 2. umfar í Conference League verður klokkan 13 føroyska tíð, og kann stroymast á uefa.com. Tá verður eisini greitt, hvørjum HB skal spæla ímóti, og hvat lið KÍ kann hitta, um føroyameistararnir fara út úr Champions League beinanvegin.

Les eisini: 
Kann fara tveir vegir hjá KÍ
HB kann fáa eitt ógvuliga hart lutakast
 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder