Í forhøllini til umklæðingarrúmini hjá Føroyum spreiðir seg ein dámur av pitsalukti, tá liðformaðurin, Børge Petersen, kemur útum at gera samrøður.
Ein fáorðaður liðskipari
- Kenslurnar eru ikki góðar. Eg dugi ikki at greiða frá, men vit altso eftir við ongum, sigur ein skuffaður liðskipari, tá vit spyrja hann, hvørjum teir í hópinum sita eftir við
Tit síggja kanska fram ímóti at fáa hvílt tykkum og fáa okkurt gott eta?
- Ja, tað sum øll lukta her beint nú, tað er ikki nakað vit hava uppiborið, vildi eg sagt, leggur liðskiparin stutt afturat.
Børge Petersen ásannar, at tað er trupult at seta orð, hvørt nakað gekk leikliga væl ella ikki, tá teir ikki hava sæð dystin umaftur.
- Til tíðir kendu vit á okkum, at tað gekk væl. Tó tað mesta av tíðini kendu vit, at tað gekk illa.
Portugal er næsta avbjóðing
Tað er eygsæð, at liðformaðurin ikki hevur nógv orð til yvurs, eftir 4-0 tapið á Grikkalandi við Djúpumýru í kvøld.
- Nú skulu vit fyrst og fremst hyggja eftir dystinum og analysera hann. Hareftir fara vit eftir at gera tað nógvar ferðir betri móti Portugal, sigur Børge Petersen at enda.
Dysturin móti Portugal er settur at verða spældur 11. oktober klokkan 16:00, somuleiðis við Djúpumýru í Klaksvík.
EM undankapping U21 dreingir, bólkur G
Týsdagin 10.09 kl. 17:30
Føroyar - Grikkaland 0-4
Les eisini:
Hálvleikur hjá U21: Mótbrekkan brøtt
Liðugt hjá U21: Grikkaland vann 4-0 á Føroyum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald