Fótbóltur

Borussia Dortmund og Real Madrid spæla um stóra steypið

Óvæntað finalulið móti nógv mest vinnandi felagnum í kappingini á Wembley í kvøld. Fyrsta bríksl í ársins Champions League-finalu verður klokkan 20.

Luka Modric tveitir stóra steypið, sum lágvaksni kroatin hevur verið við at vunnið heili fimm ferðir síðani 2014. Royndi miðvallarin ynskir at halda fram í felagnum, og nógv bendir á, at tað ikki heilt verður seinasti dansurin í kvøld (Mynd: EPA - eftir finalusigurin í 2022)

Luka Modric tveitir stóra steypið, sum lágvaksni kroatin hevur verið við at vunnið heili fimm ferðir síðani 2014. Royndi miðvallarin ynskir at halda fram í felagnum, og nógv bendir á, at tað ikki heilt verður seinasti dansurin í kvøld (Mynd: EPA - eftir finalusigurin í 2022)

2024-06-01 15:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

14 ferðir og eina ferð. Hetta er søguligi munurin á finalusigrum í Champions League/Europa Cup fyri meistaralið hjá Real Madrid og Borussia Dortmund. 

Spanska høvuðsstaðarfelagið vann tey fyrstu fimm árini, kappingin var (1955-1960). Real Madrid hevur eisini verið greitt best tey seinastu tíggju árini við at vinna fimm av teimum seinastu tíggju finalunum. Real Madrid hevur tapt lutfalsliga fáar finalur (tríggjar av 17) og er eisini favorittur at vinna hesa.

Eins og fyri tveimum árum síðani, hava Carlo Ancelotti og hansara menn heldur óvæntað koppað Manchester City á vegum. Eftir tættar hálvfinalur varð Bayern München eisini sent út.

[object Object]Tvær ferðir sum spælari (AC Milan) og tríggjar ferðir sum venjari (AC Milan og Real Madrid). Italiumaðurin Carlo Ancelotti hevur stolta søgu sum venjari í størstu kappingini fyri lið - her sæst hann eftir finalusigurin á Liverpool fyri tveimum árum síðani (Mynd: EPA)

[object Object]Edin Terzic hevur framt framúr avrik í Champions League við Borussia Dortmund (Mynd: EPA)

Nú snýr tað seg um eitt annað felag úr Bundesliguni. Lagnan er heldur stuttlig á tann hátt, at seinast Borussia Dortmund var í Champions League-finaluni, sendi felagið Real Madrid út í hálvfinaluni. Tað var í 2013, og tá var finalan eisini á Wembley.

Dortmund tapti tí finaluna móti Bayern. Nú skal liðið, sum óvæntað er í finaluni, royna at koppa sponsku risunum. Real Madrid fer eftir sínum 15. heiti - Dortmund vann finaluna í 1997.

Marco Reus og hinir hava eina stóra uppgáva á Wembley í kvøld. Finalan byrjar klokkan 20 føroyska tíð og sæst millum annað á TV3 + og Viaplay.

[object Object]
Toni Kroos hevur vunnið Champions League heili fimm ferðir - seinast í 2022. Dysturin í kvøld verður tann seinasti felagsdysturin hjá týska fótbóltsflogvitinum (Mynd: EPA)

[object Object]Marco Reus gevst í Borussia Dortmund eftir hendan dystin (Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder