Fótbóltur

Botnuppgerð í Premier League í kvøld

Huddersfield og Fulham liggja á niðastu plássunum.

Aleksandar Mitrovic hevur skorað fimm mál í ársins kapping

Aleksandar Mitrovic hevur skorað fimm mál í ársins kapping

2018-11-05 18:24 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ein sonn botnuppgerð er í Premier League í kvøld, tá nummar 20 tekur ímóti nummar 19.

Huddersfield hevur havt eina sera vánaliga byrjan á nýggja kappingarárið. Í fyrstu tíggju dystunum hevur liðið bert megnað tríggjar javnleikir, og hevur tapt fýra av seinastu fimm dystunum. Liðið hevur tí stóran tørv á at vinna á næst niðasta liðinum í deildini, tá Fulham kemur á vitjan í kvøld.

Fulham hevur eins og Huddersfield einans vunnið eitt stig seinastu fimm dystirnar. Felagið úr London hevur tó vunnið sær 5 stig, men eisini Fulham hevur tørv á trimum stigum móti Huddersfield, um felagið ikki skal standa frammanfyri einum sera hørðum kappingarári.

Huddersfield verða mettir at verða favorittar at vinna einsamalla Permier League dystin í kvøld.

Dysturin verður spældur klokkan 20.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder