Annað

Bragdið skipar fyri Toprun sunnudagin

Fyri 21. ferð skipar ítróttafelagið Bragdið fyri renning niðan á Sornfelli.

(Mynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto)

2025-07-03 07:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

21.ferð á rað verður skipað fyri renning niðan á Sornfelli.

Tað er Ítróttafelagið Bragdið, sum aftur í ár skipar fyri Bragdið TOPRUN, og renningin verður sunnudagin 6. juli klokkan 17.30.

Renningin byrjar við Effo-støðina í Kollfjarðardali (75 metrar yvir havinum) og endar á Sornfelli (680 metrar yvir havinum), eitt strekkið á 9,8 km.

Tíðaravmarkingin er ein tíma og 45 minuttir, og teinurin er góðar 10 kilometrar.

Tá komið er á mál, er okkurt leskandi at fáa inni í fjallinum (í gamla Nato bunkaranum). Skiftiklæðir verða koyrd niðan á Sornfelli, meðan runnið verður. Bussur koyrir luttakarar omanaftur aftaná renningina.

[object Object]
(Mynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto)

– TOPRUN er ein spennandi avbjóðing, tí teinurin er í mótbrekku nærum allan vegin. Hóst talan er um tungan rennitúr, eru øll vælkomin at renna við. TOPRUN er eisini motiónsrenning, tað vil siga, at øll, sum javnan motionera, kunnu vera við. Nærum øll sum hava luttikið í TOP RUN øll hesi árini, hava gjøgnumført renningina, so tað er ikki ein ógjørlig uppgáva, skrivar Bragdið í tíðindaskrivi.

Rennarar skulu vera fyltir 14 ár fyri at luttaka og kappast verður í fýra bólkum: Menn 14-39 ár, menn eldri enn 40 ár, kvinnur 14-39 ár og kvinnur eldri enn 40 ár.

Trý tey fyrstu í hvørjum bólki fáa heiðursmerki, men øll, sum gjøgnumføra, fáa hvør sítt sergjørt luttakarheiðursmerki. Fyri at koma við á úrslitalistan og fáa luttakaraheiðursmerki mugu luttakararnir verða komnir á mál klokkan 19.15.

Seinasta freist at melda til á netinum er leygarkvøldið 5. juli klokkan 22. Tilmelding kann eisini fara fram á Effo støðini í Kollfjarðadali frá klokkan 16.30 til 17 á kappingardegnum.

Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá Bragdinum bragdid.fo ella her.

[object Object]
(Mynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder