Liðskiparin á føroyska landsliðnum í hondbólti tekur nú enn eitt fet víðari í síni hondbóltsleið.
Í beinleiðis samrøðu við FM1 úr Oslo fyri løtu síðani avdúkaði hon, at hon skal spæla við rumenska stórfelagnum CSM București næsta kappingarár.
Sostatt fekk føroyski liðskiparin bert eitt kappingarár í norska stórfelagnum Storhamar áðrenn leiðin gongur víðari.
SCM București skrivar á heimasíðu síni í dag, at Pernille Brandenborg er ein liður í at styrkja felagið til bæði heimligu kappingina og Champions League. Tey kalla Pernille fyri ein leikara við altjóða royndum, leiðsluroyndum og tekniskum eginleikum. Harumframt er hon eisini ein leikari við sterkari persónligheit.
- Eg gleði meg til at koma til SCM București. Tað er eitt topplið í Evropa, sum kappast í eini sterkari deild, og fullkomiliga í tráð við mínar ambisjónir. Eg eri sera spent at læra býin og felagið at kenna.
Sum skilst er talan um ein tvey ára sáttmála, sum CSM București hevur gjørt við føroyska landsliðsskiparan.
București hevur vunnið rumensku liguna fýra tey seinastu kappingarárini. Liðið vann Champions League í 2016, gjørdist nummar trý í 2017 og 2018, og er komin til fjórðingsfinalurnar øll árini síðan tá.
Tríggir danskir landsliðsleikarar hava í løtuni sáttmála við CSM București, nevniliga Emma Friis, Trine Østergaard og Anne Mette Hansen. Trine Østergaard verður ikki við næsta kappingarár, hon hevur, sambært wikipedia, gjørt sáttmála við Viborg HK.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald