Fótbóltur

PSG sigraði móti Liverpool

Vónin hjá Tottenham er framvegis á lívi, men eins og hjá Liverpool er trupul uppgáva fyri framman í seinasta umfarið.

Thiago Silva var týðandi fyri PSG í 2-1 sigrinum á Liverpool
(Mynd: EPA)

Thiago Silva var týðandi fyri PSG í 2-1 sigrinum á Liverpool (Mynd: EPA)

2018-11-28 21:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú er bert eitt umfar eftir í bólkaspælinum í Champions League. Øll liðini hava spælt fimm dystir, og tað er framvegis spenningur í nøkrum bólkum.

Stórdystur var í París, har Liverpool var á vitjan. Heimaliðið legði hart út við ágangandi spæli, og í 14. minutti fekk Liverpool ikki ruddað burtur eftir eitt vælspælt PSG-álop, og so kundi bakkurin, Juan Bernat, smekka bóltin flatt niður í longra málhorn. Liverpool mentist nakað eftir málið, men smáar tíggju minuttir fyri hálvleiki økti Neymar eftir eina frálíka umstiling. Nú sá út til, at talan kundi gerast um ein tryggan PSG-sigur, men í yvirtíðini av 1. hálvleiki fekk Liverpool brotsspark, ið James Milner trygt umsetti.

Liverpool var meira omaná í spælinum í 2. hálvleiki, meðan PSG trekti seg longur aftur. og var ikki áhugað í nógvum øðrum enn at fáa tíðina at ganga. Útiliðið hevði trupult við at skapa opnar málmøguleikar, og heimaliðið helt fast við millum annað frálíkum verjuspæli frá Thiago Silva.

2. hálvleikur var ikki merktur av góðum spæli, men heldur nógvum ónollum; 8 gul kort komu í dystinum, og PSG-leikararnir, serliga Neymar høvdu lyndi at kasta seg lætt. Men trý uppiborin stig til PSG, ið kann spæla seg víðari í Beograd næstu ferð.  

Í hinum dystinum í bólkinum hevði Napoli ongar trupulleikar av Reyðu Stjørnu. Liðið úr Suðuritalia vann 3-1 á heimavølli, og liggur harvið væl fyri til at koma víðari. Eitt stig á Anfield næstu ferð er nóg mikið; Liverpool skal vinna tann dystin.

Á Wembley hevði Tottenham harðliga tørv á trimum stigum móti Inter. Heimaliðið var eisini nærri við í 1. hálvleiki. Í 2. hálvleiki komu Son og Eriksen inn, sum Tottenham satstaði meira. Tíggju minuttir fyri leiklok gav hetta úrslit, tá Chrstian Eriksen kundi seta seinasta fótin á eitt vælleikt álop. Hetta gjørdist avgerandi, og Tottenham hevur framvegis møguleikan at koma víðari. Til tað krevst tó helst ein sigur á útivølli móti Barcelona, ið vann á PSV í kvøld. 

Í bólki A sær út til, at Atletico fer at enda ovast. Dortmund hevur eisini tryggjað sær víðari luttøku. Í bólki D vann Porto 3-1 á Schalke, og endar harvið ovast í bólkinum. Bæði liðini eru til reiðar til áttandapartsfinalurnar.   

Les eisini: 
Atletico aftur millum 16 tey bestu í Evropa


Bólkur A: 
Atletico Madrid 12
Dortmund 10

Club Brugge 5
Monaco 1

Atletico Madrid - Monaco 2-0 (2-0)
Dortmund - Club Brugge 0-0           

Bólkur B:
Barcelona 13
Inter 7
Tottenham 7

PSV 1

PSV - Barcelona 1-2 (0-0)    
Tottenham - Inter 1-0 (0-0)  

Bólkur C: 
Napoli 9
PSG 8
Liverpool 6
Reyða Stjørna 4

Napoli - Reyða Stjørna 3-1 (2-0)   
PSG - Liverpool 2-1 (2-1)

Bólkur D:
Porto 13
Schalke 8

Galatasaray 4
Lokomotiv Moskva 3

17.55: Lokomotiv Moskva - Galatasaray 2-0 (1-0)
20.00Porto - Schalke 3-1 (0-0)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder