Teir báðir føroyingarnir, sum eru við í Champions League 2025/2026, spæla í kvøld í 10. umfari í bólkaspælinum.
Bæði Hákun West av Teigum og Óli Mittún spæla klokkan 17.45, og báðir dystirnir síggjast á stroymingartænastuni Viaplay.
Rásin TV3 Sport vísir torføra útidystin hjá GOG. Óli Mittún og teir spæla í Póllandi - í Plock. Talan er um hondbóltsdeildina hjá sama felagi, sum fótbóltsspælarin Andrias Edmundsson spælir fyri. Toftamaðurin spælir týðandi heimadyst í Ekstraklasa í kvøld.
Hetta er næstan samstundis sum hvirlvuvindurin úr Hoyvík koyrir harpiksið á í stóru høllini í Plock. GOG er á 6. plássi, sum er markið fyri at koma í áttandapartsfinalurnar, so hvørt stig kann telja, nú fimm umfør eru eftir.
Füchse Berlin er í heilt aðrari støðu. Týsku meistararnir hava vunnið allar sínar níggju dystir í Champions League við Hákuni West av Teigum á høgra vongi so at siga allar minuttirnar.
Í kvøld spælir Füchse í Noreg, har Kolstad tekur ímóti. "Revarnir" úr Berlin eru stórfavorittar, men spæla teir nú uttan stóru stjørnuna Mathias Gidsel, sum hevur skaða í økslini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald