Fótbóltur

City snávaði móti Crystal Palace

City og Chelsea taptu á heimavølli og Liverpool hevur nú eina góða leiðslu í Premier League.

Guradiola hevði alla orsøk til at vera ónøgdur í dag
(Mynd: EPA)

Guradiola hevði alla orsøk til at vera ónøgdur í dag (Mynd: EPA)

2018-12-22 17:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár var fyrsti dystur í tøttu jólaskránnu í Premier League, tá Liverpool styrkti um sína støðu í oddinum.

Eftir dystirnar sum byrjaðu klokkan 15.00 vórðu bríkslaðir av, var greitt at Liverpool framvegis er fýra stig á odda.

Meistararnir komu á odda eftir ætlan móti Crystal Palace, men London-felagið sló kanppliga til; tvær ferðir innan tríggar minuttir lá bólturin í málinum aftanfyri Ederson, har seinna málið var ein sonn perla av einum fluktara frá Andros Townsend. Fimm minuttir inn í 2. hálvleik økti útiliðið við brotssparki. Fimm minnuttir fyri tíð minkaði Kevin De Bruyne um minin, men tað var ov seint; City tapti fyri aðru ferð í ár og fyri fyrstu ferð á heimavølli. Manchester City og Liverpool hittast 3. januar. 

Tað kom bert eitt mál á Stamford Bridge, tá Leicester var á vitjan. Tí syrgdi Jaimie Vardy fyri, og Sarri og Chelsea mistu harvið eitt fet í oddastríðnum. Arsenal kom uppá síðuna á Chelsea, tá Burnley varð koppað tíðliga í dag, Tottenham kann trekkja frá Chelsea og nærkast City í morgin móti Everton.

Southampton vann umráðandi dyst í botnstríðnum í Huddersfield. Harvið hevur Ralph Hassenhütl fingið eina sera góða byrjan í Onglandi. 

Nú um eina løtu skulu United og Solskjær royna at fáa trý stig í Wales.  


18.umfar:
Arsenal - Brighton 3-1 (1-0) 
Bournemouth - Brigton 2-0 (1-0)
Chelsea - Leicester 0-1 (0-0)
Huddersfield - Southampton 1-3 (0-2)
Manchester City - Crystal Palace 2-3 (1-2)
Newcastle - Fulham 0-0
West Ham - Watford 0-2 (0-1)

17.30: Cardiff - Manchester United

Í gjár: Wolves - Liverpool 0-2 (0-1) 

1.Liverpool 48
2.Manchester City 44
3.Tottenham 39 *
4.Chelsea 37 
5.Arsenal 37 
6. Watford 27
7. Manchester United 26 * 
8. Bournemouth 26
9. Leicester 25 
10. Wolves 25
11. Everton 24 * 
12. West Ham 24
13. Brighton 21 
14. Crystal Palace 18
15. Newcastle 17
16. Southampton 15
17. Cardiff 14 *
18. Burnley 12
19. Huddersfield 10
20. Fulham 10

* Ein dyst færri

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder