Hondbóltur

Dagsins maður: Man vera størsta hondbóltskvøldið hjá okkum øllum

- At sleppa at geva okkara fantastisku áskoðarunum hendan sigurin tá teir hava so góðar fyritreytir, er tað størsta, staðfestir Pauli Jacobsen. Liðformaðurin setur eisini orð á, hví verjuparturin eydnaðist so væl, og hví málmunurin er so týðandi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-01-18 21:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Oslo, Noreg (Portalurin): 16 bjargingar (43 prosent), yvirskot, framúr samstarv við verjuna, jaliga ávirkan á liðfelagar - umframt eitt upplegg.

Pauli Jacobsen stóð fyri sínum higartil størsta landsliðsavriki og varð alment kosin dagsins maður í 37-24 sigrinum. Hetta var eisini størsta hondbóltskvøldið higartil hjá hoyvíkinginum, men hóast sigurin var greiður leingi, so var tað ikki fyrrenn 

- Tað var ikki fyrrenn dysturin var liðugur, at vit komu heilt upp at flúgva. Tí vit vóru so hugsavnaðir - tóku bólt fyri bólt. Øll mál kunnu jú telja.

[object Object]
Pauli og Pætur Mikkjalsson eftir ein eina væleydnaða verjuatgerð hjá Føroyum (Mynd: Sverri Egholm)

Pauli Jacobsen staðfestir, at tað fer at taka eina løtu at koma niður á jørðina aftur. Men tað noyðist liðið, tí týskvøldið skal avgerðin fella, hvørt Føroyar koma víðari til meginumfarið ella ikki.

Meira um hetta seinni

Omanfyri ber til at hoyra stórspælandi málverjan seta orð á upplivingina, hví málúrtøka er so týðandi, hvat eydnaðist so væl í verjuni - og ein tøkk til føroysku fjeppararnar er eisini við. 

Sí eisini: Hákun: For hundan - tað eru áskoðararnir sjálvandi

-----------------------------------------------------

EM 2026 bólkur B, 2. umfar
18. januar. Unity Arena
Føroyar - Montenegro 37-24 (19-12)

Dystargongdin: 
5 min: 3-3
10 min: 8-5
15 min: 11-7
20 min: 15-10
25 min: 17-11
30 min: 19-12
35 min: 20-13
40 min: 23-14
45 min: 26-17
50 min: 28-19
55 min: 33-22

Føroysku málskjúttarnir: 
Óli Mittún 9
Hákun West av Teigum 9
Elias Ellefsen á Skipagøtu 9
Leivur Mortensen 3
Teis Horn Rasmussen 3 
Ísak Vedelsbøl 2
Allan Norðberg 1 
Vilhelm Poulsen 1

Bjargingar: 
Pauli Jacobsen 16 (43 prosent) - dagsins spælari

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder