Fótbóltur

Dan Brimsvík søga í B36

Støðan krevur, at vit mugu blanda kortini av nýggjum, sigur Marita Debess Magnussen, forkvinna í B36.

Dan Brimsvík (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Dan Brimsvík (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-06-04 11:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Dan Brimsvík og B36 gevast við samstarvinum. Báðir partar ásanna, at hetta er neyðugt stig at taka fyri at venda laku úrtøkuni hjá besta mansliðnum seinastu vikurnar, sigur felagið.

Marita Debess Magnussen, forkvinna í B36, sigur, at soltnu úrslitini kunnu ikki bara lastast høvuðsvenjaranum.

- Tað eru fleiri og samansettar orsøkir til, at tað ikki hevur riggað so væl á vøllinum, men støðan krevur, at vit mugu blanda kortini av nýggjum, sigur hon við heimasíðuna hjá felagnum.

Dan Brimsvík tók við sum høvuðsvenjari í barndómsfelagnum í november 2020. Hann kom upprunaliga heim at vera høvuðsungdómsvenjari, men brádliga vóru boð eftir honum á besta liðnum í úrtíð, og hann var fúsur at taka við avbjóðingini.

- Tað hevur verið ein stórur heiður at staðið á odda fyri barndómsfelagnum, og eg ynski felagnum alt tað besta frameftir, sigur Dan Brimsvík.

B36 sigur, at nýggjur høvuðsvenjari verður kunngjørdur ein av næstu døgunum.

B36 hevur 16 stig aftaná 12 dystir í landskappingini.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder