
Ári Mohr Jónsson og Viljormur Davidsen, ið vóru teir báðir úttiknu leikararnir til plássið á vinstra bakki, eru raktir av sóttarhaldi. Á flogfarinum á veg til Føroya í gjár sótu teir saman við einum persóni, sum seinni er testaður positivur.
Les eisini:
Koronusóttarhald rakar føroyska landsliðið
Myndir: Skert landslið hevði fyrstu venjingina á Tórsvolli
Tað er ein møguleiki fyri, at Viljormur kann koma inn í hópin, men tað er ósannlíkt at tað verður til dystin í morgin, sigur Håkan Ericson.
Á tíðindafundinum segði landsliðsvenjarin, at talan er um eina óhepna og keðiliga støðu, men at tað er slíkt sum kann henda, meðan korona enn ger um seg. - Skaðar raka ofta eisini tveir leikarar á sama plássi, segði Håkan Ericson.
Daniel Johansen úr HB er úttikin. 23-ára gamli vinstri bakkurin hevur spælt átta U21-landsdystir men hevur framvegis sín fyrsta dyst á A-landsliðnum til góðar. At hann kemur í morgin er nú ógvuliga sannlíkt.
Samrøða við Daniel og meira seinni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald