Annað

Danish Open: Líggjas Joensen svam seg til silvur í 1.500 metra frí

Svam somu tíð sum hann gjørdi á sama teini og á somu stevnu í fjør, tá gøtumaðurin vann gull. Hann hevur sett fleiri met hetta vikuskifti og hevur seinastu kapping sunnudagin.

Góða gongdin hjá stinna og spennandi føroyska svimjaranum, Líggjasi Joensen, í Danish Open heldur fram

Góða gongdin hjá stinna og spennandi føroyska svimjaranum, Líggjasi Joensen, í Danish Open heldur fram

2026-04-18 22:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Góða gongdin hjá stinna og spennandi føroyska svimjaranum Líggjasi Joensen í Danish Open heldur fram.

Sum vit skrivaðu fyrr í dag, hevur Líggjas sett fleiri met á stóru stevnuni. Eisini vann gøtumaðurin gull í 200 metra frísvimjing á langgei fríggjakvøldið.

Seinnapartin gjørdi Líggjas Joensen, sum umboðar Ægir men til dagliga svimur í Danmark, aftur hol í sjógvin. Hesaferð varð talan um silvurheiðursmerki - á longri teini - hóast Líggjas svam júst somu tíð á 1.500 metrum (15:52.27,) og vann gull í fjør. Hesaferð var Mathias Hald omaná. Hetta er annars næstbesta tíðin hjá Líggjasi á teinunum yvirhøvur.

Harvið eitt føroyskt heiðursmerki afturat, og í morgin skal Líggjas Joensen royna seg fyri seinastu ferð á kappingini. Hetta á 400 metrum, har hann má metast at hava rímiliga góðar møguleikar. Innleiðandi kappingin byrjar klokkan 08.55 føroyska tíð

Sí riðilin og úrslit annars her

Heimasíðan svimjing.com skrivar soleiðis um avrikið í dag, har eitt yvirlit eisini er:

Lggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði seinnapartin at vinna eitt sær heiðursmerki afturat á Danish Open 2026, tá ið hann í 1500 metra frísvimjing svam seg til úrslitið 15:52.27, ið heldur serstakt er neyvt sama tíð sum hann á hesi somu stevnu í fjør vann gull við.

Sí úrslistalistan her á Swimify

Tíðin er hansara næstbesta nakrantíð, ið sum hann sum sagt kláraði eisini í fjør. Besta tíðin hjá honum nakrantíð, er 15:42.98 frá EJM í fjør.

Luttøkan hjá Líggjasi til nú á Danish Open 2026:

  • 8:09.08 og føroyskt juniormet í 800 frí – 789 AQUA-stig og silvurheiðursmerki
  • 1:49.83 og føroyskt juniormet í 200 frí – 801 AQUA-stig í innleiðandi riðlunum
  • 1:49.31 og føroyskt juniormet í 200 frí – 812 AQUA-stig og gullheiðursmerki
  • 51.68 og føroyskt met og juniormet í 100 frí – 745 AQUA-stig í innleiðandi riðlunum
  • 15:52.27 í 1500 frí – 765 AQUA-stig og silvurheiðursmerki

Øll hesi úrslitini eru betri enn kravtíðirnar á 700 AQUA-stig til EJM í München í Týsklandi í juli mánaða, og á 750 AQUA-stig til EM í París í Fraklandi í august.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder