
Nú er greitt, at evnaríki bakspælarin, Dánjal Ragnarsson, komandi árini aftur fer at spæla við barndómsfelagnum, Neistanum.
Dánjal Ragnarsson kemur úr VÍF, har hann spældi farna kappingarár, eftir at hava roynt seg hjá IBV Vestmannaeyar í Íslandi í nøkur ár og bleiv íslendskur meistari.
24 ára gamli vinstri bakkurin fer við sínum royndum at styrkja um besta liðið hjá monnum og fer harumframt at venja ungdómin hjá Neistanum.
– Hetta eru sera góð tíðindi! Dánjal er uppældur hjá Neistanum, hevur fingið góðar royndir og hevur ment seg sum leikari uttanlands og í øðrum feløgum - og nú kemur hann heim aftur at spæla og læra frá sær, sigur Scott Harrington, høvuðsvenjari, sum leggur stóran dent á, at Dánjal Ragnarsson í venjaraleiklutinum eisini fer at menna ungdómin í felagnum við sínum góða hugburði og royndum.
Neistin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald