Hondbóltur

Danmark heimsmeistari triðju ferð á rað

Frakland var ongantíð á odda í flottu finaluni í Stokkhólmi, har ein av nýggju spælarunum skoraði níggju málunum, men har innskifti Rasmus Lauge gjørdist heilt stóra søgan á søguliga kvøldinum.

Rasmus Lauge kom inn fyri Mikkel Hansen og spældi við stórum dirvi og yvirskoti. Hann skoraði tíggju mál - síni fyrstu  tíggju í endaspælinum. Henrik Mølgaard spældi sín landsdyst nummar 200 (Mynd: EPA)

Rasmus Lauge kom inn fyri Mikkel Hansen og spældi við stórum dirvi og yvirskoti. Hann skoraði tíggju mál - síni fyrstu tíggju í endaspælinum. Henrik Mølgaard spældi sín landsdyst nummar 200 (Mynd: EPA)

2023-01-29 22:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Øll gullheiðursmerki hava sína serstøku søgu aftanfyri seg, og hetta heimsmeistaraheitið hjá Danmark - tað triðja í søguni og tað triðja á rað - var merkt av, at tá tað skuldi avgerast, vóru aðrir spælarar á vøllinum, enn hvat væntað varð áðrenn, og at ein skaðadarvaður 31-ára gamal spælskipari veruliga skein, tá tað var neyðugt.

Danmark legði ógvuliga væl út og var á odda 3-0 og løtu seinni 6-2. Álopsspælið koyrdi næstan sum smurt fyrsta korterið av hálvleikinum, og Niklas Landin hevði fleiri stórar bjargingar. Frakland fall tó ikki í fátt og spældi skjótt og væl, meðan danska maskinan - við teimum spælarunum sum hava verið nógv á vøllinum seinastu dagarnar - steðgaði upp seinastu tíggju minuttirnar, og munurin í steðginum var eitt mál.

Talan varð eisini um góða byrjan danska byrjan í seinna hálvleiki, har millum annað verjan fekk fatur, og serliga Rasmus Lauge stóð fyri ferð og góðsku í danska álopinum. Danmark slapp tó ongantíð heilt avstað, tí Dika Mem og hinir spældu flott, og tað skifti millum at vera eitt og tvey mál á muni eina góða løtu. Tað glapp tó, tá farið varð undir teir seinastu tólv minuttirnar. Tá slap Frakland ikki nærri enn tvey mál, og danir vóru kaldari.

Eftir at munurin fór upp á fýra mál, tá líka ein minuttir var eftir, var øllum greitt, at Danmark fór at endurvinna heimsmeistaraheitið. Tað kókaði í Tele2 Arena í Stokkhólmi, har tey allarflestu av teimum 20.000 hildu við Danmark. Á bonkinum kundi Nikolaj Jacobsen stórfegnast saman við toymi og spælarum sínum: Hann hevur nú staðið á odda í 28 dystum í HM-endaspølum, og hevur Danmark vunnið 27 teirra og javnað ein. 

[object Object]
Nikolaj Jakobsen hevur gjørt eitt frálíkt arbeiði sum danskur landsliðsvenjari - serliga í HM-høpi (Mynd: EPA)

Undir 51-ára gamla venjaranum hevur Danmark vunnið trý heimsmeistaraheitið á rað: Hetta hevur einki land áður gjørt. Hetta var ein flott finala millum Danmark og Frakland, ið eisini spældu OL-finalu í 2021. Tá vunnu fraklendingar - eins og tíggju ár frammanundan í HM-finalu í Malmö - men danska liðið og breiddin var sterkari hesuferð; eins og í OL í 2016.

Eitt, sum var ógvuliga merkisvert við hesum danska sigrinum, var, at á bonkinum saman við gullvenjaranum vóru millum annað Mikkel Hansen, Niklas Landin og Henrik Mølgaard: Tað vil siga, at tveir teir størstu donsku profilarnir seinastu 12 árini og verjuovastin seinastu nógvu endaspølini ikki vóru inni, tá alt skuldi avgerast.

Kevin Møller avloysti Landin eftir 41 minuttir og hevði nakrar góðar bjargingar - liðformaðurin kom tó inn og bjargaði umráðandi brotskast eftir 57 minuttir. Simon Hald og Magnus Saugstrup stóðu í miðverjuni. Mikkel Hansen fekk trupulleikar við knænum í hálvfinaluni. Hann spældi tó fyrra hálvleik, men var bert eitt inni og skoraði eitt brotskast - einasta skotið hjá honum í finaluni. Annars stóð maðurin við 24-talinum á rygginum og pannubandinum á høvdinum fyri stórum moralskum stuðli frá bonkinum; serliga til Rasmus Lauge.

Nummar 11 hjá Danmark var næstan á veg heim í síðstu viku, tí trupulleikar framvegis vóru við tjúkkanum. Men síðani hevur Lauge spælt nakað - serliga í verjupartinum. Rasmus Lauge fekk sít fyrsta mál í hesum endaspælinum, tá hann líka var í álopinum í fyrra hálvleiki: Í seinna hálvleiki skoraði Lauge níggju ferðir. Spælskiparin breyt ígjøgnum við stórari megi og ferð og var tryggur í øllum skotunum uttan einum - eisini útifrá - og spældi 31-ára gamli eisini viðspælarar sínar ógvuliga væl upp. Rasmus Lauge var framúrskarandi í endaspælinum í HM-endaspælinum á heimavølli í 2019, men hevur síðani aftur verið nógv skaddur og var millum annað ikki við fyri tveimum árum síðani.

Mathias Gidsel skoraði seks ferðir í finaluni og gjørdist HM-toppskjútti við 63 málum. 22-ára gamli Simon Pytlick spældi eisini við stórum dirvi í sínari fyrstu finalu við landsliðnum og skoraði heili níggju ferðir; millum annað tá GOG-spælarin kom innaftur móti endanum av dystinum og royndi seg við undirhondsskoti. Í morgin verður stór móttøka fyri donsku HM-hetjunum í Keypmannahavn

[object Object]
Jóhan á Plógv Hansen var bert á vøllinum eina lítla løtu. Vongurin varð spældur fríur í donskum yvirtali, men Desbonnet bjargaði væl. Jóhan á Plógv er nú trýfaldur heimsmeistari (Mynd: EPA)

HM-finala
Sunnudagin 29. januar

Danmark - Frakland 34-29 (16-15)

Toppskjúttar: Rasmus Lauge 10 mál, Simon Pytlick 9 mál

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder