Hondbóltur

Danskir hondbóltsmiðlar seta Elias í samband við GOG

Søgurnar ganga um eitt skifti, men sum skilst er tað enn ikki nakað ítøkiligt í tí, at føroyski spælskiparin verður liðfelagi við Óla Mittún eftir summarsteðgin.

2025-06-08 21:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Elias Ellefsen á Skipagøtu og Óli Mittún saman í GOG?

Systkinabørnini hava spælt nógv saman sum ungdómsspælarar, í Sävehof, á A-landsliðnum og bara fyri stuttleikar. Í summar skiftir Óli úr svenskum hondbólti, og nú ganga søgurnar í altjóða hondbóltsmiðlum um, at Elias á Skipagøtu eisini skal hava heimavøll á Fjóni skjótt.

Heimasíðan hbold.dk skrivar tað sum um, at tað so at siga er uppá pláss -sum ein avdúking: - Tann 22-ára gamli spælskiparin væntast at vera kunngjørdur í gulu blusuni innan stutta tíð.

Onkutíð rakar danska hondbóltssíðan rætt. Handball Transfer skrivar tað eisini sum nakað, ið góð sannlíkindini eru fyri, og Portalurin hevur hoyrt frá øðrum altjóða hondbóltsmiðlum um hetta.

Einki ítøkiligt - enn í øllum førum

Füchse Berlin keypti í síðstu viku Tobias Grøndahl. Norski spælskiparin hevur veruliga gjørt vart við seg í GOG, og tískil stendur danska stórfelagið rímiliga brádliga og vantar ein slíkan.

Í hondbóltsheiminum verða avtalur ofta gjørdar umleið eitt ár fram, og tískil hevur GOG meira skund enn vanligt.

Tískil er tað ikki løgið, at Elias Ellefsen á Skipagøtu verður settur í samband við í GOG. Hann er ikki fastur maður hjá Kiel í løtuni, og Filip Jicha nýtir ikki altíð føroyska spælskiparan so logiskt.

Tvey ár eru tó eftir av sáttmálanum millum Elias og Kiel. Um hann skal skifta í summar, so skal GOG helst koma við einum góðum boði, og samstundis skal týska stórfelagið finna ein skikkaðan avloysara.

Portalurin hevur tosað við nakrar keldur í kvøld, og sum skilst er einki ítøkiligt á borðinum enn. Hetta eru søgur - og so ikki meira enn tað. Tað tykiskt ikki sum samband er millum GOG og Elias Ellefsen á Skipagøtu enn, men tað er helst ikki óhugsandi, at felagið av Fjóni hyggur uppá møguleikan at fáa Elias til felagið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder