Annað

David rendi seg í ov harða mótstøðu

Móti fleirifalda niðurlendska meistaranum og OL-luttakaranum, hevði ungi føroyski boksarin ongan møguleika í finaluni í Hvidovre Box Cup.

2023-03-26 18:42 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyski nevaleikarin fekk fyrr í dag møguleika fyri at royna seg móti einum av teimum stóri innan ítróttina.

Í finaluni í altjóða boksistevnuni Hvidovre Box Cup skuldi evnaríki føroyingurin upp tvífalda niðurlendska meistaranum, Ferenc Soepboer úr Rotterdam.

Føroyingurin møtti her sínum yvirmanni, og varð støðgaður í øðrum umfari. At tapa móti einum royndum mótstøðumanni, ið fyrr hevur boksað í OL-kapping, sum hevur vunnið tær seinastu seks altjóða kappingarnar, hann hevur luttikið í, er heldur ongin skomm, eru venjararnir hjá David Kunoy samdir um.

Úrslitið hjá David er nevniliga, at hann hevur vunnið tríggjar av sínum fýra seinastu, og tað er gott klárað. Farna vikuskiftið vann hann tveir dystir og gjørdist sælendskur meistari fyri byrjarar.

Og kappingin í Hvidovre byrjaði framúr væl, tá hann í gjár í hálvfinaluni leygardagin vann við dómaraatkvøðunum 3/2 móti einum sterkum íra.

Venjararnir eru ovfarnir av dirvinum hjá unga føroyska boksaranum. Tað er ein sannroynd, at óroyndir boksarar ofta taka seg úr kapping, tá teir skulu møta so sterkum boksarum, sum hesin Ferenc Soepboer, er. Men tað gjørdi David ikki.

- Nú fær David frí í 14 dagar, og so fer veiðan eftir fleiri gullmerkin í gongd aftur, siga venjararnir, Martin Meng og Nurlan Malaikev. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder