Hvønn týsdag klokkan 17.15 er hondbóltsssendingin 7 móti 6 á skránni á FM1. Í dag verða vit staddu við Tjarnir, har tveir gestir vera.
Fyrst verður sjóneykan sett á flotta evropeiska vikuskifti hjá H71-monnunum, sum við samanløgdum 62-61 sigri í tveimum dystum í Hoyvík sendu yrkisspælararnir úr pólska Ostravia.
Harvið er H71 nú millum tey bestu 16 í European Cup. Um eina viku verður greitt, hvørjum hoyvíkingar hitta í næsta umfari, sum verður í februar.
Vit tosa við Annu Dam, forkvinnu, um upplivingarnar leygardagin og sunnudagin, umframt spennandi støðuna sum heild.Eisini hoyra vit frá Boasi Ellefsen á Skipagøtu, sum skoraði heili 21 mál í sigrunum á Ostravia.
![]()
Stórur fagnaður eftir síðsta bríksl í Hoyvík: Ròkur Ziskason og Boas Ellefsen á SKipagøtu (Mynd: Jens Kr. Vang)
Sí eisini: H71 í European Cup-áttandapartsfinaluni eftir gysara
Video: Hæddarpunktini frá evropeiska gysaranum í Hoyvík
Síðani fer tað at snúgva seg um kvinnulandsliðið og EM-fyrireikingarnar, sum av álvara byrjaðu mánakvøldið.
Stórur spenningur er, nú endaspælið í Póllandi nærkast. Men hvussu verður hetta endaspælið, og hvussu verður tað øðrvísi enn hini bæði endaspælini hjá føroysku hondbóltskvinnum higartil?
Andrass Thomsen, stjóri í Hondbóltssambandi Føroya, fer at greiða frá fyrireikingunum, støðuni við fjepparum og øðrum. Vit hoyra eisini úr landsliðsleguni.
Sí eisini: Lív Bentsdóttir Zachariasen: Dynamikkurin á liðnum er góður (Video)
7 móti 6 verður send á FM1 beint eftir tíðindini klokkan 17. Tað vil siga umleið 17.15 og til stutt fyri klokkan 18. Leinkja verður løgd út á Portalin áðrenn og sendingin løgd út aftaná
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald