Fótbóltur

David Silva gevst á landsliðinum

Silva hevur vunnið HM eina ferð og EM tvær ferðir.

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-08-14 07:59 Author image
Ari av Rana
placeholder

Spanski landsliðsleikarin David Silva gevst á landsliðinum. Hesum boðaði hann frá á Twitter í gjár.

Silva, sum til dagligt spælir í Manchester City, hevur spælt 125 landsdystir fyri Spania seinastu 12 árini. Hann vann evropameistaraskapið í 2008, heimsmeistaraskapið í 2010 og so aftur evropameistaraskapið í 2012 við Spania.

Síðsti dysturin hjá David Silva fyri landsliðið gjørdist tí áttandadeilsfinalan í HM, har Spania tapti í brotssparkskappingini móti Russlandi.

David Silva er triði leikarin, sum hevur boðað frá, at HM var hansara síðasta kapping fyri spanska landsliðið. Hinir báðir eru Andres Iniesta og Gerard Pique.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder