Annað

De Gea hevur ongum skoti bjargað

Ein av heimsins bestu hevur ikki havt eitt gott HM.

David De Gea (Mynd: EPA)

David De Gea (Mynd: EPA)

2018-06-26 13:26 Author image
Ari av Rana
placeholder

Spanski málverjin David De Gea, sum til dagligt spælir við Manchester United, verður av mongu mettur at verða heimsins bestu málverji. Men ikki kann sigast, at hann hevur prógva hesum til HM í Russlandi.

Í fyrsta dystinum megnaði hann ikki at steðga einum tomum skoti frá Cristiano Ronaldo, í einum dysti, har trý mál vóru skotin. Eftir dystin var ein undirskriftinnsavnan í Spania, har spaniólar kravdu at Kepa Arrizabalaga, sum spælir við Athletic Bilbao, skuldi sleppa at verja málið. Venjarin segði tó fyri miðlunum, at hann hevði fult álit á De Gea, og at hann ikki fór at verða útskiftur.

Betri gekk í seinna dystinum, har Spania megnaði at halda Iran frá at skora. Men hóast tað talar fyri góðum fyri De Gea, so skal havast í huga, at Iran ikki megnaði eitt tað einasta skotið á málið.

Eftir tveimum dystum var støðan tann, at De Gea ikki hevði bjargað einum skoti í HM. Við hesum hevði hann vánaligastu hagtølini av øllum málverjunum í HM.

Í gjárkvøldið gekk ikki nógv betri. Av sínum trimum royndum megnaði Marokko at skora tvær ferðir framvið spanska málverjanum. Við hesum hevur David De Gea bert megnað at bjarga einum av seks royndum á spanska málið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder