Fótbóltur

Brakið um deildarspælið byrjar klokkan 18

Tað skal røkka ella støkka hjá KÍ í Riga í kvøld. Eydnast at vinna eftir 90 minuttir - ella longda leiktíð/brotssparkskapping - bíða spennandi evropeiskar uppgávur í heyst. Annars er liðugt.

Gilli Rólantsson Sørensen og hinir eru til reiðar í Riga (Mynd: Sverri Egholm)

Gilli Rólantsson Sørensen og hinir eru til reiðar í Riga (Mynd: Sverri Egholm)

2026-08-27 11:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Teir vóru júst ov stuttir móti Kauno Zalgiris á ólavsøku og so langt frá móti Lech Poznan fyrr í augstu mánaða. Nú hava KÍ'arnir ein seinasta møguleika at spæla seg í evropeiskt deildarspæl í 2026.

Les meira: Skulu fáa tað at røkka í Riga hóskvøldið

Tað endaði 0-0 í fyrra dystinum í Klaksvík, og harvið er útgangsstøði til dystin í Lettlandi júst tað sama, sum tað var í Litava í 2. umfari í Champions League.

[object Object]Púra javnt eftir fyrra dystin, sum var við Djúpumýru fyri viku síðani (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ hevur tó havt sama útgangsstøði áður og er komið víðari - tvær ferðir í 2023 tá tað eydnaðist at røkka deildarspæli sum fyrsta og higartil einasta føroyska liðið.

Í 2024 kom liðið víðari móti meistaraliði úr Luksemborg í 1. umfari í Champions League, men varð júst ov stutt í tveimum av trimum uppgerðunum, sum kundi givið pláss í fínara flokkinum.

Liðið hjá Magnusi Powell hevur spælt nógvar dystir í seinastuni. Nú bíðar tann higartil mest týðandi í ár: Tað er eitt spennandi heyst og nógvur peningur uppá spæl.

Odmar Færø er aftur við í KÍ-ferðalagnum, við andlitsverju, men ivasamt er, hvussu stóran leiklut miðverjin kann spæla.

Les eisini: Odmar Færø: Nú við masku

Conference League røkkstøkk umfar (play-off) - seinni dysturin 
Hósdagin 27. august, Skonto Stadion
18.00: Riga FC - KÍ (0-0)

Stroyming: tv.ki.fo (gjald: 20 evrir)

Livescore: portal.fo

Les eisini: Riga FC stendur sum stórfavorittur til seinna røkkstøkkdystin móti KÍ

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder