Annað

Fýra føroyskir seyðahundar til EM í Belgia

Moss, Gripur, Kvikk og Lynn eru føroysku umboðini á Continental Sheepdog Championship 2026.

2026-08-27 09:28 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fýra føroyskir seyðahundar eru við í EM kappingini Continental Sheepdog Championship 2026 í Belgia, sum byrjar í dag.

Tilsamans eru 114 hundar við í kappingini, 38 fyri hvønn dag og seks teir fremstu fara víðari til finaluna, ið verður sunnudagin.

Føroyar hava fýra hundar við og seinastu árini hava føroysku hundarnir klára seg væl. Teir eru javnan í onkrari finalu í EM ella í NM.

Teir fýra hundarnir sum hava fingið flest stig ígjøgnum eitt kappingarár umboða Føroyar til EM.

Teir eru: Moss hjá Tummas Jacobsen, Gripur og Kvikk hjá Jónstein Petersen og Lynn hjá Onnu Sofíu Fjallheim. Moss, Gripur og Lynn eru royndir hundar, meðan Kvikk er við fyri fyrstu ferð. Kvikk verður eisini hundurin, ið byrjar hjá tí føroyska liðnum í dag, og er fyrsti hundurin, aftan á døgrasteðgin.

Tað lá ikki ordiliga í kortinum at Kvikk skuldi sleppa við hesaferð, tí hann var heldur óstøðugur, men hann lá í einum bólki sum kappaðist at koma á tað seinasta plássið, so alt kundi henda. Kvikk gjørdi ikki mætari enn at vinna ta næstseinastu kappingina og bleiv nr. 2 í tí seinastu, og hetta tryggjaði honum eitt pláss á landsliðnum.

Tað ber til at streama á youtube, sí link: 

https://www.csc-2026-belgium.be/live-stream/ 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder