Hann hevur ein dyst eftir fyri Víking Reykjavík (Víkingur Fótbólti), men sunnudagin spældi Gunnar Vatnhamar seinasta heimadystin fyri felagið, sum hann hevur umboðað síðani apríl 2023.
Vejle hevur keypt 31-ára gamla føroyska landsliðsmiðverjan, sum skal hjálpa traditiónsfelagnum at flyta uppaftur í bestu donsku deildina.
Í Víkingi hevur Gunnar verið lyklaspælari í steypagulli, í at spæla felagið í evropeiskt deildarspæl fyri fyrstu ferð og í tveimum meistaraheitum.
Sterki leirvíkingurin eigur eisini sín leiklut í, at høvuðsstaðarfelagið eftir øllum at døma skjótt vinnur eitt íslendskt meistaraheitið á rað. Gunnar Vatnhamar var við at halda málið reint í grannauppgerðini móti Vali, og eftir 2-0 sigurin í Víkini fekk føroyingurin mikrofonina í hondina - og tað gekk ikki friðarliga fyri seg:
- Reyðir! geylaði Gunnar Vatnhamar nakrar ferðir, áðrenn fjøldin tók við: - Svartir
Sí videobrotið, sum Víkingur eigur, ovast
Hetta herrópið, sum vísir til litirnar á búnunum hjá Víkingi Reykjavík, var serstakt. Og spælari og áskoðari kundu takkað hvørjum øðrum
Eftir seinasta landskappingardystin hjá føroyska profilinum er Víkingur framvegis átta stig frammanfyri nummar tvey, KR. Tvey umfør resta í, í grundspælinum, áðrenn eitt stutt endaspæl.
Seinasta uppgávan hjá Gunnari Vatnhamar í reyðum og svørtum verður í Banja Luka í morgin. Hon verður ógvuliga tung: Bosniska liðið vann 3-1 í fyrra dystinum í Reykjavík og liggur harvið til at koma í Conference League-deildarspælið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald