
Í gjárkvøldið fingi íslendingar ein sekk í Sveis, tá íslendska liðið tapti við tennisiffrunum 6-0. Á Wemley vendi Spania 0-1 til 2-1 móti Onglandi í Deild A.
Les eisini: Íslendsk marrubyrjan í Nations League við 6-0
Í kvøld skulu 16 lið í eldin runt í Evropa. Frakland og Holland hitttast í Deild A, Norra og Bulgaria spæla oddadyst, og so er áhugaverd uppgerð í Århus. Har skal "vanliga" danska liðið dystast við Wales.
Liðið hjá Ryan Giggs vann sannførandi 4-1 sigur á Írlandi í Cardiff hóskvøldið. Danska amatørliðið avirkaði heiðurligt í Slovakia mikukvøldið, men eftir at ein fyribils avtala við DBU er komin upps pláss, spæla Eriksen, Delaney, Kjær, Schmeichel og hinir aftur fyri danska landsliðið í kvøld.
Skráin í kvøld:
Deild A - bólkur 1: Frakland - Holland (19.45)
Deild B - bólkur 1: Ukreina - Slovakia (14.00)
bólkur 2: Danmark - Wales (17.00)
Deild C - bólkur 3: Bulgaria - Norra (17.00)
Kýpros - Slovenia (19.45)
Deild D: bólkur 1: Georgia - Lettland (17.00)
bólkur 4: Makedonia - Armenia (17.00)
Liktinstein - Gibraltar (19.45)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald