Hondbóltur

Dystardagur – móti Serbia seinnapartin

Vónirnar eru eitt sindur betri í dag enn móti Týsklandi týskvøldið.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2025-12-04 09:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

So er aftur dystardagur. HM-kvinnurnar í Týsklandi skulu spæla seinnapartsdyst í dag. Mótstøðuliðið er Serbia, og dysturin byrjar longu klokkan 14.30 føroyska tíð. Leikstaðið er enn einaferð stóra høllin Westfalenhalle í Dortmund.

Serbia er komið væl frá byrjan í millumumfarinum, vann við tveimum málum, 31-29, móti Spania. Spania sum lorkaði dystin móti Serbia burtur, eins og tær gjørdu móti Føroyum í bólkaspælinum. Førdu allan vegin, men misti alt á gólvið móti endanum av dystinum.

Serbia hevur í løtuni 4 stig í millumumfatinum. Tvey frá dystinum móti Spania, og eitt við frá bólkaspælinum – tað var tepri eitt-máls sigurin á Íslandi.

Tað at Serbia einans vann við einum máli á Íslandi gevur føroyingum vón um, at okkara knáu kvinnur kanska hava møguleika fyri at spæla upp móti Serbia, sum sagt verður. Og er støðan nøkulunda jøvn, tá komið er fram til teir seinastu minuttirnar, ja, so kann alt henda í hondbólti. Vónirnar eru altíð bjartar undan dystii.

[object Object]

Fyri føroyska liðið ræður tað sjálvandi um at reisa seg eftir stórtapið móti Týsklandi. Kvinnurnar virka málrættaðar, og vit ivast ikki í, at tær fara at geva alt tær eiga í dag.

Hoyr her Simon Olsen, annan av venjarunum, seta orð á avbóðingina í dag. Vit gjørdu samrøðuna beint eftir venjingina í gjár.

Sí eisini samrøðu við Rannvá Olsen: Rannvá traðkað út úr skugganum hjá Turið Arge

Og við unga málverjan Gyltu á Neystabø: Kom óvæntað á Gyltu, at hon skuldi spæla móti Týsklandi

--

Pernille er toppskorari

[object Object]

Føroyar hava skorað 116 mál higartil í HM-kappingini. Føroysku málskorararnir  eru hesar:

Pernille Brandenborg 23
Jana Mittún 16
Súna Krossteig Hansen 14
Maria Nólsoy 11
Rannvá Olsen 11
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 8
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 8
Bjarta Johansen 5
Elsa Egholm 5
Marita Mortensen 5
Karin Egholm 4
Marianna Eystberg 4
Lív Bentsdóttir Zachariassen 1
Maria Halsdóttir Weyhe 1

Jana Mittún er skrásett fyri flest málgevandi avleveringar – assists – 19 í tali. Súna Hansen hevur 10 og Maria Nólsoy 8.

Føroysku málverjarnir hava bjargað 34 prosent av skotroyndunum. Annika Fríðheim Petersen er skrásett fyri eitt bjargingarprosent á 36 og Rakul Wardum 33 prosent. Enn hava føroysku málverjarnir ikki bjargað nøkrum brotskasti í kappingini. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder